Vildu ikki satsa

Piotr Krakowski, venjari hjá 07 Vestur, var nøgdur við eina stigi, sum hann og leikararnir fingu í Klaksvík í gjár.

- Hóast stóran mótburð, halda vit fram at stríðast, og tað gav úrslit. Í hálvleikinum tosa vit um at verða væl skipaðir í verjupartinum, og tað vóru vit eisini.

KÍ reistist ongantíð aftur, eftir at tit javnaðu. Hví valdu tit ikki at leggja meira fyri í framrættaða spælinum móti skelkaðu klaksvíksingunum?

- Tað var einki fótbóltsveður í dag, og tað vóru fleiri tilvildarligar støður. Javnleikur í Klaksvík er eitt gott úrslit. Vit vildu ikki satsa, um tað nú kostaði í hinum endanum. Vit valdu tað tryggu loysnina, og eru glaðir fyri stigið, sigur Piotr Krakowski, sum hevði vónað, at 07 Vestur hevði havt fleiri stig fyrstu sjey dystirnar.