Vilhelm og liðfelagarnir liggja aftast í niðurflytingarbólkinum

Lemvig-Thyborøn misti eitt týdningarmikið stig í allarseinasta sekundi

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í dag dyst á heimavølli í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Sønderjyske.

 

Lemvig-Thyborøn tapti 30-31. Oliver Eggert hjá Sønderjyske skoraði ólukkutíð sigursmálið hjá Sønderjyske í allarseinasta sekundinum av dystinum.

 

Kanónin var ikki so væl innstillað hjá Vilhelmi í dag, ið skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í niðurflytingarbólkinum við ongum stigi. Tó kunnu teir hála seg upp á næstaftasta plássið og bjarga sær sætinum í bestu deildini til komandi kappingarár.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.30 spælir Lemvig-Thyborøn seinasta dystin á útivølli móti Nordsjællandi, ið hevur tvey stig. Vinnur Lemvig-Thyborøn dystin hála Vilhelm og liðfelagarnir seg upp á næstaftasta plássið, og so er sætið bjargað.