Vilhelm og liðfelagarnir vunnu 1. uppflytingarfinaluna

Lemvig-Thyborøn vann greitt á Team Sydhavsøerne í 1. uppflytingarfinaluni, har vinnandi liðið tryggjar sær sætið í bestu donsku hondbóltsdeildini

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í dag 1. uppflytingarfinaluna móti Team Sydhavsøerne á heimavølli í dag.

 

Dysturin endaði við einum greiðum 32-24  sigri til Lemvig-Thyborøn. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-12.

 

Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum. Vilhelm legði eisini upp til tvey mál. 

 

Mikukvøldið hevur Team Sydhavsøerne heimadyst. Vinna Vilhelm og liðfelagarnir tann dystin er plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini tryggjað.