Vilhelm og liðfelagarnir vunnu kærkomnan sigur í botnstríðnum

Lemvig-Thyborøn fekk við heimasigri toga seg upp á triðaftasta plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini

Undan heimadystinum móti SønderjyskE í kvøld høvdu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tapt 10 av 12 dystum.

 

Í kvøld bragdaði aftur hjá Lemvig-Thyborøn, ið vann 23-18 á Sønderjyske. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 9-6.

 

Tað eydnaðist Vilhelmi at skora tvey mál í kvøld.

 

Við sigrinum fekk Lemvig-Thyborøn lyft seg upp á triðaftasta plássið, har teir hava seks stig fyri 13 teir fyrstu dystirnar. 

 

Komandi sunnudag leikar Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Midtjyllandi.