Í kvøld leiktu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Nordsjællandi í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Lemvig-Thyborøn vann ein kærkomnan 32-29 sigur. Í fyrra hálvleiki lá ikki líka væl fyri hjá heimaliðnum, ið var aftanfyri 14-16 í steðginum.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við níggju stigum. Tó hevur Lemvig-Thyborøn bert fýra stig upp til Skjern, ið hevur 13 stig á áttanda plássinum.
Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.
Hjá Vilhelmi gekk persónliga væl í kvøld. Hann var næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum. Harumframt legði Vilhelm upp til fýra mál.
Mikudagin klokkan 17.30 spælir Lemvig-Thyborøn móti Bjerringbro/Silkeborg a útivølli.