Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Sangurin, Herbergið, hjá bólkinum Páll Finnur Páll er ein av fleiri hjá bólkinum, har nomið verður við viðkvæmar trupulleikar í føroyska samfelagnum. Speisemi er ein sera týdningarmikil lutur í tí endaliga úrslitinum, sum skal út til fólkið
Tað er Páll Oddur Rubeksen, sum hevur skrivað sangin, Herbergið. Hann dylir ikki fyri, at sangurin varð skrivaður fyri at provokera.
Eg royndi at hava nakað av skemti ella speisemi í tekstinum, tí tað ger tað ofta lættari hjá fólki at sodna serliga tá talan er um provokatión, greiðir Páll Oddur Rubeksen frá.
Hann heldur fram, at á ein ella annan løgnan hátt, so letur tað ikki til, at tað syrgiliga rørir við fólk á sama hátt, sum ein tekstur, har tú bart út roynir at provokera fólk til at lurta. At síggja tað, sum hendir beint framman fyri teimum og ikki minst at gera nakað við tað.
Vit hava ikki givið handan sangin út fyri at senda ein far út og hjálp hesum menniskjunum boðskap út, men vit royna bara hervið at fáa fólk at leggja merki til, at tey eru her. At vit hava hendan trupulleikan í Føroyum, sigur hann.
Sum flest allir tónleikarar vilja limirnir í Páll Finnur Páll undirhalda fólki við góðum tónleiki. Páll Oddur sigur, at teir ikki á nakran hátt eru samfelagsrevsarar ella royna at koma við nakrari loysn upp á trupulleikar í samfelagnum. Bólkurin roynir at raka fólk og bróta tabu evni.
Heimleys eru bara eitt av evnunum ella trupulleikunum, tú ikki tosar um í Føroyum, men vit síggja tey hvønn dag, sigur Páll Oddur og nevnir onnur dømi sum siðamisbrot og rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu.
Páll Oddur Rubeksen heldur, at tað letur til, at fólk bara hava góðtikið tey heimleysu sum ein part av dagligu býarmyndini í Havn. At tað er í lagi at vera heimleysur. Men tað líkist svartasta ongum í einum vælferðarsamfelagið, heldur sangskrivarin úr Páll Finnur Páll.
Tey einastu, sum taka stig til til at hjálpa teimum heimleysu, eru hjálparfelagsskapirnir, sigur hann og heldur fram, at hesi fólk hava ein prís uppiborið fyri teirra ótroyttiliga arbeiði.
Sangurin, Herbergið, lá á 15 teimum bestu í Útvarpi Føroya frá 27.08.2005 til 17.12.2005. Tað er 15 vikur. Harav lá hann tólv vikur innan fyri topp fimm.
Herbergið/Páll Oddur Rubeksen
1. ørindi
Vit eru heimleysir
og vit hava ongar pengar
Renna runt í Havnini
Sum nakrir ólukkufangar
Fólk tey flenna tá vit koma framvid
Aldrin er tad nakar sum situr vid okkara lid
Nidurlag:
Vit búgva á Herberginum
Vit hava eina heila madrass í part
Vit gingu einaferd í skúla
Men har hava vit einki lært
Vit búgva á Herberginum
Vit hava eitt heilt yoghurt í part
Vit dugdu einaferd at arbeida
Men nú hava vit gloymt alt
Sum vit hava lært
2. ørindi
Her eru grønlendarir
Tad kemur ein nýggjur hvørt ár
Og teir verda gensplejsadir
Tá eggini eru klár
Fólk tey flenna tá teir koma framvid
Aldrin er tad nakar sum situr vid teirra lid