Lýsingarátakið hjá Visit Faroe Islands, har stovnurin sigst at hava sett myndatól á seyð í eini roynd at fáa Google Maps til Føroyar, hevur veruliga vakt ans uttanlands.
Søgan hevur gingið sína sigursgongd í fjølmiðlum um allan heim, men eru tað ikki bara jaliga viðmerkingar at lesa. Undir greinum í fleiri av stóru altjóða fjølmiðlunum eru mótstøðufólkini móti grindadrápi sera sjónlig, har tey gera vart við síni sjónarmið og mæla til boykott av oyggjunum.
Visit Faroe Islands hevur eisini heitt á føroyingar um at deila myndir av føroysku vegum, so at sjóneyka verður sett á átakið. Tað áheitanina hava hvørt fall mótstøðufólk til grindadrápi nú tikið til sín.
Týsdagin heitti ein hálendingur á Facebook um fólk at eftirlíka ynskinum hjá Visit Faroe Islands.
- Føroyar vilja so gjarna sleppa á Google Maps, so eg haldi vit skulu hjálpa teimum. Á míni tíðarlinju finna tit eitt myndasavn við myndum frá grindadrápi og fleiri kunnu finnast á Google. Ritið tykkum inn á Google Maps, leitið eftir Føroyum ella onkrum staði á oyggjunum, og leggið myndir av grindadrápinum út. Latið okkum syrgja fyri, at tað eru fleiri myndir av deyðum hvalum enn tað eru myndir av teirra vøkru náttúru, skrivar hálendingurin.
Fleiri hava tikið undir við áheitanina, men óvist er hvussu væl nýggja átakið frá mótstøðufólkunum til grindadráp hevur eydnast. Tí hóast nakrar myndir eru at síggja av grindadrápi ymsa staðni á Google Maps, so eru tað enn vakrar náttúrumyndir, ið eru sjónligast.