Vilja gera Føroyar til verðins besta land hjá børnum at búgva í

Í hesum sambandi verður uppskot nú lagt fyri Løgtingið

Føroyar skulu verða heimsins besta barnaland. Tað hevur Javnaðarflokkurin sett sær fyri. Og tey siga, at ein partur, av hesum at fáa eina betri og smidligari barsilsskipan.

Tað, tey hugsa um í hesum føri, er, at foreldur í størri mun sjálv kunnu tillaga barsilstíðina eftir familju- og arbeiðslívi. Og tað fer Javnaðarflokkurin nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um.

Í tíðindaskrivi í morgum staðfestir javnaðarflokkurin, at fleiri foreldur vilja hava børnini heima longur enn tey kunnu eftir lógini um barsilsskipan.

Eftir núverandi lóg kunnu foreldur ikki vera í barsilsfarloyvi samstundis, og alt barsilsfarloyvið skal vera avgreitt, tá ið barnið fyllir eitt ár.

Tað er ov stirvi, halda tinglimirnir í Javnaðarflokkinum og tí leggja tey nú uppskot fyri Løgtingið um at gera barsilsskipanina smidligar so at tað verður lættari hjá foreldrum at sameina familju- og arbeiðslív, sum tey málbera seg.

– Við uppskotinum, sum Javnaðarflokkurin fer at leggja fyri Løgtingið, skulu  foreldur ikki hava avgreitt barsilsfarloyvi fyrr enn barnið fyllir tvey ár. Men treytin fyri tí er kortini, at avtala fæst við arbeiðsgevara um hetta.

Foreldur skulu kunna vera í barsilsfarloyvi samstundis og tað skal bera til at leingja farloyvið, men so skal barsilsgjaldið eisini lækkast samsvarandi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður. 

Hann vísir á, at tað er av týdningi, at barsilstíðin verður tillagað í samráð við arbeiðsgevara, soleiðis at allir partar eru á einum máli. Verður barnsburðarfarloyvið longt, skal arbeiðsgevarin hava boð um tað í seinasta lagi átta vikur eftir at barnið er føtt.

– Hetta ger tað lættari hjá arbeiðsgevara at laga seg eftir umstøðunum, sigur Javnaðarflokkurin.

Eftir uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið, skal tað bera til at leingja farloyvið við 25, 50, 75 ella 100 prosent, og lækka útgjaldið samsvarandi. Orsøkin, til hesar avmarkaðu valmøguleikar, er, at skipanin ikki skal vera ov trupul at umsita.

–  Hetta uppskotið er partur av málinum hjá Javnaðarflokkinum at gera Føroyar til heimsins besta barnaland, sigur flokkurin.

– Skulu vit røkka hesum endamáli, er tað sjálvsagt, at tørvur er á fleiri tiltøkum, og umframt at fáa eina smidligari barsilsskipan, eigur tað eisini at bera til hjá foreldrum at taka nakrar umsorganardagar um árið, har foreldur kunnu vera heima, saman við barninum, uttan at missa løn. Hetta skal vera ein rættur sum foreldur skulu hava rætt til, til sjey tey fyrstu árini.

– Hetta fara vit at leggja uppskot fram um seinni í ár, sigur Aksel V. Johannesen.