Kokkafelag
Seinasta leygardag fingu føroyskir kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr sítt egna áhuga felag.
Á stovnandi fundi, sum varð hildin á Hotel Hafnia, vóru eini 16-18 føroyskir kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr savnað. Í sambandi við stovnandi fundin, vóru 10 fólk, átta menn og tvær kvinnur úr NKF, sum stendur fyri Nordisk Køkssjef Forening, í Føroyum og løgdu lag á.
Uni Gullfoss, sum er kokkur á Hotel Hafnia og stigtakari til felagið, sigur, at NKF er eitt áhugafelag, sum eitt nú skipar fyri kappingum og víðari útbúgvingum í Evropu fyri kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr.
- Vit hava fingið avrit av reglugerðunum hjá feløgunum í okkara grannalondum og fara nú at snikka okkara egnu reglugerð saman eina reglugerð, sum hóskar til okkara viðurskifti.
Uni sigur, at tá ið føroyska felagið er vorðið skipað við reglugerð, verður søkt um limaskap í NKF, og hesin limaskapur bíðar bert eftir, at tey hava fingið hesi viðurskifti upp á pláss.
- Eg vænti, at tað fer at taka okkum einar tveir mánaðir, til vit eru limir í norðurlendska áhugafelagnum, sigur hann.
HM-kapping
Eitt stórt tiltak fyri kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr er heimsmeistarakappingin, sum verður fyriskipað fyri kokkar. Hetta er ein árlig kapping, sum fyrst í hesum árinum varð hildin í Fraklandi og ætlandi verður hildin í Íslandi næstu ferð.
Uni sigur, at Frakland hevur leingi verið leiðandi land, tá ið ræður um matgerð og matlist, sum hann rópar tað, men seinnu árini hava onnur lond í Evropu rættiliga vunnið seg fram.
- Ein tílík heimsmeistarakapping fyri kokkar verður skipað soleiðis, at 5 fólk eru á hvørjum liði, ið umboðar hvørt landið, sum er við í kappingini.
Hóast onnur lond í Evropu hava vunnið seg fram, vunnu kokkarnir úr Fraklandi HM-kappingina aftur hesaferð.
- Men teir hava tó ikki vunnið hvørja ferð, leggur Uni aftrat.
Hann sigur, at tá ið HM-kapping aftur verður millum kokkar, væntar hann, at eitt umboð úr nýggja felagnum, Kokkar í Føroyum, verður við í dómsnevndini, men fyri ta tíð noyðist eitt slíkt umboð at hava tikið eina ávísa útbúgving sum dómari á økinum.
- Eg haldi, at henda kappingin verður í Íslandi til várs, sigur hann.
Um føroyskir kokkar fara at taka lut í komandi heimsmeistarakappingini, dugir Uni ikki at siga, tí felagið er so nýtt og hevur enn ikki fingið eina reglugerð at virka eftir.
Føroyskar vørur
Uni Gullfoss sigur, at eitt av endamálunum hjá føroysku kokkunum og smyrjibreyðsjomfrúnum í nýggja felagnum verður at fáa føroyskar fiska-og skeljavørur meira fram í Evropu.
- Vit fáa sum nevnt sjálvstøðugan limaskap í Nordisk Køkssjef Forening, og her ætla vit okkum eisini at gera okkum galdandi sum land, eins og vit ætla við hvørt høvi at fáa føroyskar vørur, serliga fiskavørur og skeljavørur, meira kendar úti í heimi.
Hann vísir á, at londini, sum eru limir í NKF, eru Danmark, Svøríki, Noregi, Finland og Ísland og síðan kemur Føroyar sum sætta landið.
- Vit eru í minsta lagi 30 útbúnir kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr í Føroyum, og vit ætla okkum eisini at skipa fyri kappingum her heima, sigur Uni Gullfoss at enda.
Kristin formaður
Formaður í felagnum, Kokkar í Føroyum, er leirvíkingurin, Kristin Jacobsen, sum starvast hjá Føroya Tele.
Hinir í nevndini eru; Uni Gullfoss, sum starvast hjá Hotel Hafnia, Gundur Fonsdal úr Vestmanna, sum starvast hjá Hotel Føroyum, Leif Sørensen, sum er kokkur og rekur Gourmet og Petur Petersen, sum starvast hjá Føroya Bjór.