Vilja gera systkinasex lógligt

Tvey donsk systkin blivu í dag dømd seks mánaðar fongsulsrevsing, tí tey høvdu havt sex við hvørjum øðrum. Men flokkurin SF vil, at lógin verður endurskoðað.

Útmeldingin frá SF er komin, eftir at ein professari í lóg hevur mælt til at taka burtur greinina í lógini, sum forbjóðar blóðskemd.

 

- Tað eru fá slík mál, og tí er talan um eina grein, sum ongantíð áður hevur verið nýtt. Og vit vænta ikki, at ein møgulig broyting fer at hava við sær, at systkinasex verður vanligt, sigur Karina Lorentzen frá SF við Newspag.

 

Kjakið um blóðskemd stóðst av einum máli, har tvey systkin vórðu ákærd fyri blóðskemd. Fyri umleið trimum árum síðani høvdu tey sex, og á heysti í 2006 fingu tey eina dóttir.

 

Hósdagin skulu tey fyri rættin í Hillerød. Har kunnu tey vænta sær upp í tvey ára fongsul, fyri brot á lógina um blóðskemd.

 

Lógin má nú endurskoðast, sigur SF.

- Vit halda, at øll menniskju skulu hava frítt at fara inn í eitthvørt parlag, sigur Karina Lorentzen.

 

Vagn Greve, ið er professari innan lóg á CBS sigur, at greinin er ein leivd frá fortíðini, og tí skal greinin takast burtur.

 

Hvørki Venstre, Socialdemokraterne ella tey konservativu eru til reiðar at endurskoða lógina, tí tey ynskja, at blóðskemd framhaldandi skal verða ólógligt.