Vilja geva samfelagið upp fyri ravn og heyk

? Tað er ein háðan ímóti øllum, sum royna at gera eitt gott arbeiði til frama fyri samfelagsins menning, at ein fyrilitarleysur landsstýrismaður soleiðis kann søpla millióna virði burtur, sigur Atli Dam, fyrrverandi løgmaður

? Tað, sum býr aftanfyri er hendan dillan at privatiserað, sjávlt um tað ongantíð er prógvað, at tað er effektivt.

Atli Dam er uttan iva tann politikarin, sum hevur havt mesta samstarvið við landsverkfrøðingin

Vit hava spurt tann fyrrverandi landsstýrismannin, løgmannin og løgtingsmannin, hvat hann heldur um ætlanina at leggja Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin saman.

Atli Dam sigur, at Landsverkfrøðingurin rekur ein stovn við sera stórum førleika.

? Tað er ein banki við vitan, sum er savnaður yvir eini 70 ár, eini vitan, sum er umsitin til sera stórt gagn fyri menningini av hesum landinum.

? Tað er spell, skal hann brótast sundir, tí at nøkur smáfirtin fólk í vinnumálastýrinum ikki evna at samskifta við hendan stovnin, sum fram um aðrar hevur víst, at hann kann samskifta við túsundtals fólk úti í samfelagnum, eitt nú næstan allar bý- og bygdaráðslimir, umframt umboð fyri stovnar og feløg í stórum tali kring alt landið.

Atli Dam sigur, at mannagongdin er hin sama, sum byrjaði við Edmundi Joensen, tá ið hann í óðum verkum fór undir eina vitleysa umlegging av umsitingini eftir Normann-Christensen leistinum, uttan at hon á nakran hátt varð viðgjørd ella tillagað einum føroyskum tørvi.

? Avleiðingin er, at almenna umistingini er so bólgnað upp, at hon skjótt kostar 100 milliónir meiri enn hon gjørdi fyri fáum árum síðani, uttan at effektiviteturin er øktur. ? Tvørturímóti, borgarin fær í dag eina verri tænastu, har tað er næstan ómøguligt at fáa svar, ella loysn í sjálvt teimum minstu málunum.

?  Mannagongdin har nøkur stjórahøvd skuldu rulla sum tekin um virkisføri og virkisfýsni, kom heldur at bera brá av persónsjagstran, og handfaringin kom at kosta milliónaupphædd í endurgjaldi til hesar avhøvdaðu stjórarnar.

Atli Dam sigur, at hann er púra samdur við deildarleiðararnar hjá Landsverkfrøðinginum, tá ið teir siga, at tað er ábyrgdarleyst at gera eitt slíkt kut, uttan nakra sum helst fyrireiking.

? Hann heldur, at tað er ein háðan ímóti øllum, sum royna at gera eitt gott arbeiði til frama fyri samfelagsins menning, at ein fyrilitarleysur landsstýrismaður soleiðis kann søpla millióna virði burtur við undanførsluni ?nú kuta vit, so kanna vit?.

?Aftanfyri býr hendan privatiseringsdillan, sum ongantíð er prógvað effektiv, men sum meiri er at geva samfelagið upp til ravn og heyk, sum fólkaflokspolitikkur djúpast sæð altíð hevur verið.

? Løgið er tað tó, at tjóðveldismenn máttleysir sita við fullveldis-jólaljósum í eygunum og lata alt um seg ganga.

Atli Dam spyr at enda, hvør skal hava útgerðina, maskinurnar, akførini o.a.?.

?Eg vænti, at tjóðveldismenn vakna við ongum øðrum, úrslitið, enn einum fólkafloksongli í reyv.

? Og tá verður lítið eftir av tí samhaldsfasta samfelagnum, sigur fyrrverandi løgmaður.