Vilja geva tær vónina aftur

- Tað er møguligt at fáa lívsgleði og nýggja vón inn aftur í lívið, tó at sorgin nívir, siga Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð, psykoterapeutar.

Mikukvøldið 4. oktober byrja tær báðar, Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð, sum báðar eru góðkendir psykoterapeutar, MPF og sjúkrarøktarfrøðingar, nýggjan sorgarbólk.

 

Bólkurin, sum er fyri vaksin, ið hava mist ein av sínum kæru, hittist umleið triðju hvørja viku, gjarna mánakvøld, og ætlanin er, at bólkurin skal hittast átta ferðir tilsamans.

 

- Í bólkinum taka vit evnir upp um sorg, og vit tosa um tað, sum er trupult fyri teg ella tykkum.

 

Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð hava leitt sorgarbólkar síðan 2012, og hesi árini hava tær sæð, at tað ber til at koma styrktur gjøgnum eina tunga sorg.

 

Bólkaleiðararnir vísa á, at summi koma í bólkin nakrar mánaðir eftir missin – og onnur koma longri tíð eftir missin.

 

Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð, siga, at fólk, sum kenna seg at hava tørv á at verða við í sorgarbólkinum, sum byrjar 4. oktober, eru hjartaliga vælkomin.