Einskiljing av Atlantsflogi
- Tað er eitt, sum vit allarfyrt vilja hava fulla greiði á. Og tað er, hvat peningurin skal brúkast til.
Tórbjørn Jacobsen, framsøgur tjóðveldifloksins í vinumálum, sigur, at sum støðan er nú, kann tjóðveldisflokkurin ikki taka undir við ætlanini at einskilja hvørki Atlantsflog ella nakra aðra fyritøku.
Landsstýrið hevur latið startskotið av til einskiljingarnar av teimum almennu fyritøkunum og í
fyrstu syftu er uppskot lagt fram um at einskilja Atlantsflog.
Men talan hevur eisini verið um at einskilja aðrar fyritøkur, eitt nú Føroya Banka og Føroya Tele.
-Verða hesar fyritøkur seldar, fer landskassin at fáa eina inntøku í milliard- klassanum.
Og tað er júst her, at tjóðveldisflokkurin heldur, at tann stóri vandin liggur.
-Tann stóri spurningurin er, hvat allur hesin peningurin skal brúkast til, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Mugu ikki fara til nýtslu
Hann sigur, at so leingi eingin avtalað er um, hvat peningurin skal brúkast til, er stórur vandi fyri, at hann endar bara sum vanligar rakstrarútreiðslur á fíggjarlógini og sostatt bara fer til nýtslu.
-Tað vildi verið til óbótaligan skaða fyri okkara búskap. Talan er um eingangs-inntøkur og fara tær útaftur í forbrúki, fáa tær búskapin at kóka og koma okkum óføri. Einferð verður peningurin uppi og gerandisdagurin byrjar aftur og tá ið alt skal betalast av teimum vanligu inntøkunum hjá landskassanum.
Tórbjørn Jacobsen ger tí púra greitt, at tað kemur ikki upp á tal, at tjóðveldisflokkurin fer at taka undir við eini einasti einskiljing, fyrrenn løgtingið hevur gjørt eina samtykt um, hvat søluupphædin skal brúkast til.
Sjálvur hevur tjóðveldisflokkurin skotið upp at gera ein búskapargrunn, har allar inntøkurnar av einskiljingunum skulu fara í fyri at tryggja, at tær ikki verða slúsaðar útaftur í vanligum rakstri hjá samfelagnum fyri at fjala útyvir veruligu útreiðslurnar.
- Tað fekk ikki undirtøka fyri hesum og tískil er ongin avgerð tikin um, hvat inntøkurnar av einskiljingunum skulu brúkast til.
Ikki til føroyskar íleggjarar
Annars dugir Tórbjørn Jacobsen ikki at skilja mannagongdina hjá samgonguni.
-Tað hevur verið tosað um einskiljingar í nógv ár. Men nú skal brádliga alt einskiljast at kalla ísenn. Men tá ið vit vita, hvussu varnir føroyskir íleggjarar hava verið, kann tað so ikki vera ætlanin at tað skulu vera teir, sum skulu keypa tær almennu fyritøkurnar, nú tær allar skulu seljast innanfyri nøkur heilt fá ár, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen staðfestir, at sostatt er talan um einskiljingar uttan mál ella mið, har ongin sum helst ætlan liggur aftanfyri og tað kann tjóðveldisflokkurin ikki taka undir við.
Annars ger Tórbjørn Jacobsen púra greitt, at tjóðveldisflokkurin er fyri at selja vinnu- og fíggjartólini, sum gjørdust almenn orsakað av kreppuni fyrst í nítiárunum.
Men flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri tingið um, hvussu hesar sølurnar skulu skipast og har er fremsta treytin er, at tað verður staðfest, hvar avkastið av søluni skal leggjast.
- Annars hava vit víst á, at besta loysnin er at byrja einskiljingina við Føroya Banka.
- Men tað ringasta sum kann henda, er, at avkastið verður trýst inn á løgtingsins fíggjarlóg og endar sum ein kunstigur rakstrarmøguleiki.
Framsøgumaður tjóðveldisfloksins sigur, at enskiljingarnar mugu hava sum mál at gera føroyskan búskap sjálvberandi og vinnuna og fíggjarkervið meira dynamiskt.
- Í okkara verð er politiska málið við einskiljingunum heilt greitt og tað er at skapa grundarlagið undir einum sjálvberandi føroyskum búskapi, sigur Torbjørn Jacobsen.
Ruðuleikin fullkomin
Hann vísir á, at mitt í øllum verður Atlantsflog tikið burturúr pottinum og skal einskiljast sum tann fyrsta fyritøkan og hann heldur, at tað virkar meiri ella minni sum av tilvild.
- Men í sambandi við einskiljingina av Atlantsflogi er ruðulleikin fullkomin, tí ongin veit, hvat
gongur fyri seg og nú vita vit heldur ikki, hvat tað endar við.
- Tað byrjaði við at landsstýrismaðurin ætlaði at selja 66% av flogfelagnum. Síðani er hann trýstur til at lækka prosentið, so at hann nú hevur lagt uppskot fyri tingið um at selja 33%. Men síðani hava fleiri samgongutingmenn boðað frá, at teir kortini ætla at selja 66%.
- Seinastu dagarnar hava samgongutingmenn gjørt greitt í Sosialinum, at teir vilja hava, at 66% av Atlantsflogi skulu seljast í einum.
Framsøgumaður tjóðveldisfloksins sigur, at tí er ómøguligt at vita, hvat tað er, sum løgtingið í veruleikanum skal viðgerða.
Hann spyr um talan er um eina fjalda dagsskrá, har uppskotið er lagt fyri tingið um at selja 33% av Atlantsflogi, men har samgongan longu hevur eina dulda avtalu um at broyta tað undir viðgerðini í Løgtinginum, so at tað endar við, at 66% verða seld, tá ið avtornar.
- Og eg eri púra vísur í, at verða 66% av Atlantsflogi seld, er felagið ikki á føroyskum hondum longur, leggur hann afturat.
Ómetaliga vandamikið
Annars heldur Tórbjørn Jacobsen at tað er ómetaliga vandamikið, at Poul Michelsen, tingmaður fólkafloksins alment hevur kunnjørt, at verða ikki meiri enn 33% selt nú, fer Atlantsflog á heysin.
- Hetta er tað sama sum at biðja fólk latað vera við at keypa, tí at tað er onki vert og tað er sera óheppið, at politikarar siga soleiðis um almennar ognir.
Annars heldur Tórbjørn Jacobsen, at tað er heilt skeivt byrjað við at einskilja Atlantsflog, tá ið tað almenna eigur so nógvar aðrar fyritøkur at selja.
- Rutusambandið ímillum Føroyar og umheimin er av heilt avgerðandi týdningi fyri føroyskt vinnulív og fyri føroyingar annars.
- Tað er lívæðrin hjá føroyingum og tí hevur tað stóran týdning, at vit varðveita meirilutan av Atlantsflogi á føroyskum hondum, so at Føroyar eisini framyvir kunnu verða útgangsstøðið fyri samferðsluna við umheimin. Áður vóru vit ikki annað eitt profittobjekt hjá einum útlendskum flogfelag og tað vóru profittáhugamálini hjá hesum útlendsku flogfelag, sum vóru avgerðandi fyri, hvussu ferðasambandið var við umheimin.
- Verður meirilutin av Atlantsflogi seldur, kunnu vit skjótt enda aftur í somu støðu og tað hevði verið eitt stórt afturstig.
Tórbjørn Jacobsen er annars ikki fyri, at tað almenna skal eiga vinnuligar fyritøkur.
Men Atlantsflog er ein heilt serlig samanblanding av vinnulívi og lívsneyðugum ferðasambandið og tað eiga vit at varðveita á føroyskum hondum.
Onki verd
Annars verður sagt, at ein partaeigarasáttmáli skal tryggja, at høvuðsætið hjá Atlantsflogi verður verðandi í Føroyum.
Men Tórbjørn Jacobsen sigur, at ein slík avtala er ikki verd tað pappír, hon er skrivað á.
- Ein partaeigaraavtala kann undirgravast akkurát, sum eigarin vil. Einasti máti at varðveita ræðið á fyritøkuni er at eiga meirilutan av partabrøvunum.
- Og tað virkar eitt sindur merkiligt at siga, at Atlantsflog má einskiljast fyri at útvega kapital til nýggj flogfør.Tað kann ikki passa, at tað ikki ber til at fíggja íløgur hjá einum felag, sum gevur yvirskot ár um ár.
Hann dugir heldur ikki at skilja, hví tað hevur so stóran skund at einskilja Atlantsflog, sum hevur gingið væl og sum framvegis gongur væl.
- Tað er alt ov stórur vandi fyri, at vit skapa so mikið órógv í fyritøkuni, at tað verður til fortreð hjá tí.
Sostatt er tað beinleiðis tápuligt at gera Atlantsflog til tað fyrstu fyritøkuna, sum verður einskild, leggur Tórbjørn Jacobsen afturat.
Hann vísir á, at øll tey fyrstu árini stóð Atlantsflog seg í kapping við eitt annað flogfelag og tað er ikki neyðugt at selja tað fyri at tað skal standa seg í kapping framyvir, sigur framsøgumaður tjóðveldisfloksins í vinnumálum.