Vilja hava at vita um hald er í ónøgdini

Ábendingar eru um, at tað er stór ónøgd við arbeiðið hjá barnaverndunum og nú skal landsstýriskvinnan greiða frá støðuni

Tað tykist sum um at tað er rættiliga stór ónøgd við arbeiðið hjá barnaverndunum kring landið. Tað staðfesta teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen.

Og tí vilja teir nú hava eina frágreiðing frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um støðuna.

Í hesum sambandi vilja teir hava at vita um Almannamálaráðið fær áheitanir og fráboðanir frá fólki um  at tey eru ónøgd við málsviðgerðirnar, mannagongdirnar og avgerðirnar hjá barnaverndunum. Og fær Almannaverkið slíkar fráboðanir, vilja teir eisini hava at vit, at hvat tað er, sum fólk eru ónøgd um.

Endamálið er at fáa greiði á, um tað er hald í tí, sum javnan er at hoyra um, at fólk eru ónøgd við barnaverndirnar.

Skipanin við barnaverndum varð eftirmett í 2011 og eftir tá vórðu fleiri broytingar gjørdar. Men tað sær út sum at tað framvegis er stór ónøgd við barnaverndirnar og tí spyrja teir báðir tingmenninir um stundin kanska er komin at eftirmeta skipanina eina ferða afturat.