Vilja hava fólkaatkvøðu um ES-limaskapin

Bretska stjórnin hevur í dag lagt fram eitt uppskot um, at í seinasta lagi í 2017 skulu bretar á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um landið framhaldandi skal vera limur í ES.

Fyri fýra mánaðum síðani segði David Cameron, forsætisráðharri, at hann hevði sett sær fyri at endurskoða sáttmálan um bretska ES-limaskapin, men samstundis lovaði hann, at veljararnir skuldu sleppa at taka støðu til limaskapin. Lyftið var ein roynd hjá Cameron at sissa tær kreftirnar í tí konservativa flokkinum, sum vilja hava Bretland úr ES. Teirra krav var at fáa eina fólkaatkvøðu innan parlamentsvalið í 2015 ella eina lóg, sum tryggjar fólkaatkvøðu innan 2018.

Eygleiðarar í London siga, at tann konservativi flokkurin kann fáa trupulleikar við at fáa fólkaatkvøðulógina ígjøgnum Parlamentið, tí bæði Liberaldemokratarnir og Labour eru fyri limaskapi í ES.