Vilja hava føroyskan dans á internetið

Í felagnum, Sláið Ring, sum er áhugasambandið hjá teimum, sum dansa føroyskan dans, fegnast tey um, at Kringvarpið ger so nógv burtur úr kvæðasendingum. - Útvarpið hevur á allari vetraskránni havt ein tíma við kvæðasendingum, har mong evni eru umrødd og nógvar upptøkur eru spældar.

- Mong eru tey, sum hava glett seg yvir hetta, men flestu teirra hava eisini latið eina viðmerking falla um at fríggjakvøld ikki var rætta senditíðin.

Men nú dansitíðin er í hæddini, hevur Útvarpið hjá flutt kvæðasendingarnar til mánakvøld og tað fegnast tey í Sláið Ring, um.

Men kortini hava tey eitt hjartasuff og tað er, at kvæðasendingarnar ikki verða endursendar.

- Kringvarpið missir einki við at stytta náttartónleikin ein tíma okkurt kvøldið og ístaðin latið kvæðasendingarnar sloppið framat.

Sláið Ring heitir somuleiðis á Kringvarpið um at leggja kvæðasendingarnar á netið.

- Her haltar í ólukkumát, tí síðsta kvæðasending, sum út er løgd á netið, varð send 5. oktober 2009, sigur Slái Ring.

Myndin er frá føroyskum dansi á mentanarstevnu í Mykinesi.