Ein meiriluti í býráðnum í Keypmannahavn ætlar at fáa sett ein ferðafólkaskatt í gildi í býnum. Tað skrivar Politiken. Býráðslimirnir hava sent vinnumálaráðharranum, Morten Bødskov, eitt uppskot at taka støðu til, ið lýsir fýra ymiskar leistir at leggja skatt á ferðafólk, sum vitja danska høvuðsstaðin.
Stórur munur er á teimum fýra modellunum, sum býráðspolitikararnir meta fara at geva kommununi millum 5,3 og 91 mió. kr. í inntøku árliga, alt eftir hvør leistur verður valdur.
Verða øll ferðafólk kravd eftir einum gistingargjaldi á eina evru (7,5 kr.) per nátt, so gevur hetta eina inntøku á 51 mió. kr. árliga. Verður gistingargjaldið avmarkað til cruise-gestir, so gevur tað eina inntøku á 5,3 mió. kr. árliga.
– Indre By er undir trýsti, og okkum tørvar pening til at halda býin reinan, gera fleiri vesi, bøta um súkklubreytirnar og annað, ið kemur at gagna bæði ferðafólkum og íbúgvum, sigur Rasmus Steenberger, býráðslimur fyri SF.
Í Føroyum er eitt gistingargjald á veg. Løgtingið samtykti í mai lóg um burðardygga ferðavinnu, og sambært nýggju lógini skulu øll ferðafólk, 16 ár og eldri, sum koma til Føroya rinda eitt gistingargjald á 20 kr. fyri náttina – tó í mesta lagi 200 kr. til samans.
Ásetingin um hetta gjaldið fær gildi í oktober næsta ár.