Myndir: Álvur Haraldsen

Vilja hava Føroyar at steingja sendistovuna í Ísrael

– Nei, sigur landsstýrismaðurin. At lata eina sendistovu aftur at síðsta diplomatiska stigið, og tað lovi eg tykkum ikki

Myndir: Álvur Haraldsen

Átakið Samhugi við Palestina handaði í morgun Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra, um 1000 undirskriftir við áheitan um at lata sendistovuna í Tel Aviv aftur.

 

Tey, sum hava skrivað undir áheitanina, siga soleiðis:

– Eg kann ikki góðtaka, at Føroyar hevur sendistovu í einum landi, sum kúgar og pínir fólk. Við míni undirskrift heiti eg á Føroya Landsstýri um í stundini at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata sendistovauna aftur, til ein varandi vápnahvíld er fingin í lag og til Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið. Føroyar hava einki at gera í einum landi sum fremur fólkamorð, hevur ólógligar hersetingar og útinnir apartheid.

Síðani lósu tey fleiri grundgevingar fyri landsstýrismanninum, og vístu á, at støðan í Gazageiranum er versnað nógv, síðani tey fóru undir átakið. 

##med2##

##med3##

– Mett verður, at 85 prosent av fólkinum í Gazageiranum eru rikin úr heimum sínum seinastu sjey mánaðirnar. Yvir 35.500 palestinar eru dripnir, harav eru 15.000 børn. Harafturat hava fleiri túsund børn mist foreldur síni og øll, tey kenna, burtur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at støðan í Gaza er sorgarinnar sorgarleikur, har tvey fólk, sum hava upplivað allar ræðuleikar, sum tey kunnu, at tað enn einaferð er sivilfólki, sum verður rakt av ringastu viðurskiftum, sum man kann rakast av.

– Eg havi sjálvur fleiri ferðir verið í Ísrael og Palestina, eg hugsi um tað alla tíðina, hvat tað er sum hendir. Við hesi gongdini, sum er í heiminum í dag, so verður man næstan mótstøðuførur ímóti allari tí menniskajsnliga líðing, sum hendir, og eg síggi tykkara arbeiði sum eina verju av sivilfólki í bæði Palestina og Ísrael, segði Høgni Hoydal.

– Palestinska fólkið er ikki Hamas, og ísraelska fólkið er ikki tann stjórnin, sum situr. Og Føroyar hava sjálvandi sagt, at vit ynskja vápnahvíld, beinanvegin, hetta má steðga, og at vit ynskja eina tveyríkja loysn, og at vit stuðla einum hvørjum rætti hjá einum og hvørjum fólk til sítt egna land og sítt ríki. Og eisini sjálvandi eisini at kunna liva í trygd og friði, segið Høgni Hoydal millum annað.

 

##med4##

##med5##

Hann tók samanum og segði, at hann ikki fær lova teimum at lata sendistovuna aftur.

– Tað er tí, at í øllum ræðuleikum í heiminum, so er tað síðsta, ið gjørt verður, at steðga diplomati og dialogi, men tað at tit støðugt vísa á ræðuleikarnar, tað eru vit sera fegin um. Og Føroyar gera tað sum vit kunnu fyri at steðga ræðuleikunum og arbeiða fyri einum friðarligum heimi. 

– Okkara boðskapur er fáa lýst eina vápnahvíld beinanvegin, so sivilfólkið í Gaza og nú eisini á Vestara Áarbakka – í øllum Palestina kann fáa eina lítla vón um at friður verður, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen