Forsetin í Ungarn, Pal Schmitt, er illa kroystur, eftir at lærdi háskúlin í Budapest hevur gjørt av at taka doktaraheitið í ítróttarsøgu frá honum. Avgerðina hevur lærdi háskúlin tikið, tí tað er komið fram, at doktararitgerðin hjá forsetanum var í stóran mun avrit av tí, sum onnur høvdu skrivað undan honum.
Avdúkingin hevur fingið ungarar at venda sær ímóti forsetanum, og ein meiningakanning í gjár vísti, at 90 prosent av fólkinum vilja hava hann at leggja frá sær orsakað av gøluni um doktararitgerðina. Men forsetin sigur, at málið hevur einki við forsetaembætið at gera, og tí ætlar hann sær ikki frá, sigur hann.
Tann 69 ára gamli Pal Schmitt vann á ungum árum OL-gull í fikting.