Tað kemur alt ov ofta fyri, at bilførarar verða tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyra.
Í fjør tók løgreglan heilar 516 bilførarar kring alt landið fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu bil.
Tað er nógv fleiri enn fyri nøkrum árum síðani, tí í 2008 vórðu 160 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon.
Karl Leonson, politistur, torir ikki at siga um ørsøkin til vøksturin er, at bilførarar eru blivnir herviligari at tosa í fartelegfon nú, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani.
Heldur er hann av teirri áskoðan, at orsøkin til, at fleiri eru tikin fyri hetta lógarbrotið, er, at løgreglan hevur gjørt nógv meiri fyri at kanna bilførarar hesi seinastu árini.
- Hesi síðstu árini hava vit raðfest tað ógvuliga frammaliga at kanna, um bilar koyra ov skjótt og um bilførarin tosar í telefon ímeðan teir koyra.
Bótin ov lág
Men politisturin heldur kortini samstundis, at tað ger næstan ikki mun til, hvussu ofta bilførarar verða tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyra bil, tí tað sær ikki út til, at teir leggja nakað í tað og taka betri partar fyri seg.
Men Karl Leonsson ivast ikki í, at ein orsøk til at bilførarar ikki leggja nakað í tað, er, at revsingin er alt ov lág.
Revsingin, bilførarar fáa fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyra, er ein bót upp á 500 krónur.
- Tað ger ikki mun, tí vit síggja somu bilførarar aftur og aftur tosa í telefon.
- Tað er ein bót, sum er alt ov lág til at bilførarar leggja nakað í tað.
Politisturin vísir á, at í Danmark fær bilførari 1500 krónur í bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrir.
Hann heldur avgjørt, at bøturnar í Føroyum eigur at hækka til nakað, sum líkist bótunum í Danmark.
Hann heldur, at talið á teimum, sum verða tikin fyri hetta ferðslubrotið, eigur avgjørt at vísa politiska myndugleikanum, at bøturnar eiga at hækka.
Ein gongd leið
Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er samd í, at ein gongd leið kann vera at hækka bøturnar.
Hon leggur dent á, at í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hava tey ikki viðgjørd spurningin so gjølliga, at tey eru komin til eina niðurstøðu.
Men sjálv heldur hon, at tað kann vera ein gongd leið at hækka bøturnar.
- At sita og skriva og lesa sms, ella tosa í fartelefon, ímeðan ein koyrir bil, er ein beinleiðis deyðsfella, tí tað ber ikki til at gera bæði í senn.
Annars eru tað summi sum halda, at tað eigur at geva klipp í koyrikortið at tosa í fartelefon ímeðan ein koyrir bil.
Men tað er ikki semja um tað, tí tað reisir nógvar aðrar spurningar.
Er tað vandamiklari at hava telefon í hondini enn at sita við einum ísi, ella onkrum øðrum etandi í hondini?
- At tosa í fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er at vísa gáloysni í ferðsluni á jøvnum føti við so nógv annað og tað kann rættiliga skjótt enda galið, heldur Brynhild Høgnadóttir.
LES EISINI GREININA:974 tikin fyri at koyra ov skjótt
LES EISINI GREININA:Sæst aftur beinanvegin
LES EISINI GREININA:Vit skulu røkka
null-hugsjónini í ár