Tveir triðingar av norska fólkinum halda, at revsingin fyri álvarssom brotsverk er ov lítil. Í einari meiningakanning siga 65,5 prosent av teimum spurdu, at politikararnir eiga at broyta revsilógina.
Spurningurin um harðari revsing fyri álvarssom brotsverk hevur fingið nógva umrøðu síðani atsóknirnar í Oslo og á Utøya næstseinasta fríggjadag. Fleiri politikarar hava tikið lut í kjakinum, og yvirhøvur er semja um, at lógin skal endurskoðast.
Millum politikararnar, sum hava tikið lut í kjakinum, er Knut Storberget, løgmálaráðharri, og hann hevur sagt, at tilburðirnir tann 22. juli hava givið politikarunum nakað at hugsa um.