Vilja hava løgmann at seta tiltøk í verk - alt fyri eitt

Vit kunnu ikki sita tigandi og hyggja at, løgtingsmaður

Vit kunnu ikki sita tigandi og hyggja at ímeðan søkt verður at vanliga fólkinum í einum landi. Tað sigur Sjálvstýrið og tí heita tey nú á løgmann um at seta tiltøk í verk alt fyri eitt,  fyri at vísa, at vit standa saman við ukrainska fólkinum. Kristin Michelsen, løgtingsmaður, og Sámal Petur í Grund, floksformaður, siga í eini felags fráboðan beint nú, at í Sjálvstýri halda tey, at vit eiga at standa saman við teimum menniskjum, sum í hesi løtu eru fyri einum ræðuligan ágangi.  Tey halda eisini, at stuðulin til ukrainska fólki eigur at telja meiri enn óttin fyri at missa inntøkur.

 

– Vit hava skyldu at gera tað, vit kunnu, fyri at steðga tí fólkadrápi, sum í løtuni fer fram í Ukraina, siga Kristin Michelsen og Sámal Petur í Grund.  Teir halda, at tað er ábyrgdarleyst bara at taka búskaparlig atlit og ikki vísa samábyrgd við teimum londum, sum hava sett revsitiltøk í verk ímóti Ruslandi. Føroyar og Føroya fólk hava eisini ábyrgd fyri at verja ukrainska fólkið ímóti oyðileggjandi atsóknunum hjá Putin, siga teir báðir.