Vilja hava loysing uttan at gjalda

Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, sigur at tað eru tveir klokkureinir boðskapir í veljarakanningini hjá Útvarpinum og teir eru at triði hvør føroyingur vil hava loysing men 60 prosent vilja ikki gjalda fyri tað

Veljarakanningin hjá Útvarpinum sigur, at tað ikki er meiriluti í fólkinum fyri at skipa Føroyar sum eina tjóð uttanfyri ríkisfelagsskapin.

60 prosent av fólkinum siga, at tey vilja varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum. Samstundis siga 75 prosent, at Føroyar einaferð í framtíðini skulu skipast sum eitt sjálvstøðugt ríki, leyst av danska ríkinum.

Og tað er júst hetta, sum Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, heldur vera áhugavert.

? Tað vísir, at triði hvør føroyingur vil hava loysing frá Danmark, men samstundis siga 60 prosent, at tey vilja ikki gjalda fyri hana, sigur Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður.

Eina av orsøkunum til hetta sigur Pauli vera Hvítubók, sum hann heldur hava verið meira villleiðandi enn vegleiðandi.

? Teir hava í bókini fest seg við, at teir rokna við einum búskaparvøkstri upp á 2 prosent. Hergloyma teir bara at siga, at ríkisveitingin er inni í skipanini tá teir rokna henda búskaparvøkstur út sigur Pauli Ellefsen.


Tey ungu gloyma veruleikan

Pauli Ellefsen heldur tað eisin ivera óheppið, at fólk gloyma veruleikan.

? Tá ung fólk verða spurd um hvussu tey vilja hava Føroyar skipaðar, so vilja tey hava loysing, m.a. tí, at tey siga, at danir hava snýtt føroyingar. Tey gloyma bara, at danir pumpaðu eina rúgvu av peningi inn í føroyska samfelagið, og at hesin peningur er orsøkin til, at vinnan so at siga onga uttanlandsskuld hevur.

Pauli Ellefsen vísir á, at flakarvirkini eru sanerað, at fiskiflotin er saneraður, og onga uttanlandsskuld hevur, og at føroyingar nú eiga ein banka, sum er so sterkur sum ongantíð fyrr.

? Hetta hava fólk lyndi til at gloyma. Tað sigur seg sjálvt, at fólk vilja hava loysing tá tey hoyra, at tey fáa bíligari Mercedes bilar. Tað hevði eg eisini vilja havt., sigur Pauli Ellefsen.


Javnaðarflokkurin eigur lykilin

Um politisku støðuna sigur Pauli Ellefsen, at hann metir, at tað er Javnaðarflokkurin, sum situr við lyklinum til loysnina.

? Tað eru fýra stórir flokkar, sum halda hvønn annan skák í mát, og tað er ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin vil flyta seg onkran vegin at broytingar koma í. Tí hongur alt saman við hvat Javnaðrflokkurin vil gera, sigur Pauli Ellefsen at enda í síni viðmerking