Vilja hava orðaskifti um tilfeingi

Upprit um “búskaparrentu” og “tilfeingisrentu” í føroyska búskapinum

Upprit um “búskaparrentu” og “tilfeingisrentu” í føroyska búskapinum

 

Seinastu nógvu árini hevur eitt kjak verið um hugtøkini “tilfeingisrentu” og ”tilfeingisgjald” í føroyska búskapinum. Eisini hevur eitt kjak verið búskaparpolitisku handfaringina av hesum fyribrigdi.

 

Eftir meting búskaparráðsins hevur hetta orðaskifti verið merkt av, at partarnir í orðaskiftinum ikki hava verið fullgreiðir yvir týdningin av týðandi hugtøkum og fyribrigdum, ið náturliga eru tengd at fyribrigdunum “búskaparrenta” og “tilfeingisrenta”. (“Tilfeingisrenta” er her at skilja sum eitt undirhugtak til hugtakið “búskaparrentu”).

 

– Leggja partarnir í einum orðaskifti ymsan týdning í somu hugtøk, tosa partarnir forbí hvønn annan. Hetta ger vanligt orðaskifti ómøguligt. Vit meta eitt slíkt orðaskifti at vera viðkomandi fyri Føroyar. Lutfalsliga nógv í føroyska búskapinum er tengt at serligum tilfeingisviðurskiftum, skrivar Búskaparráðið.

 

Fyri at gera eina roynd til at bøta um hesi viðurskifti almannakunnger búskaparráðið upprit um “búskaparrentu” og “tilfeingisrentu” í føroyska búskapinum.

 

TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA UPPRITIÐ

 

Í uppritinum verða ymisk hugtøk í tilknýti til búskaparrentu og tilfeingisrentu lýst neyvari, og eisini eru útrokningar gjørdar til tess at meta um aktuellu og optimalu tilfeingisrentuna í føroyska búskapinum.

 

Í Búskaparráðnum sita:

 

Sverri Hansen, formaður

Thomas Dam

Herit V. Albinus