Fartelefonin verða av mongum mettar sum umhvørvisdálkandi, og kunnu lata ókeypis inn í norskum handlum. Trupulleikin er bert, at fáa gera brúk av tænastuni.
Nú ætlar norsku Vinstri-flokkurin at áseta pant uppá fartelefonirnar, soleiðis at fólk velja eitt meiri umhvørvisvinarligt alternativ, tá tey ætla at burturbeina hana.
- Um vit fáa eina haldgóða innsavningarskipan sum ger,at fólk veruliga lata telefinina inn, so kunnu vit forða dálking. Og so kunnu vit samstundis endurnýta fleiri av evnunum í telefonunum, sigur Trine Skei Grande úr Vinstra-flokkinum.
Ein møguleiki er at seta í verk ein panti-skipan, á sama hátt sum ein hevur tað við fløskum. Hesa skipanina hava fólk tikið væl undir við, og tí er vónin at tey fara at gera tað sama, tá talan er um fartelefonir.
Ein óloystur spurningur er enn, hvussu stórt pantið skal verða. Tað má í øllum førum gerast so stórt, at fólk tíma at lata telefonina inn.
Hugsandi er, at upphæddin verður millum 25 og 50 krónur. Hetta fer uttan iva at gera sítt til fólk at fólk lata telefonina inn, uttan at hetta førir til at prísurin á telefonunum fer at hækka.