Týskland, Norra, Svøríki, Danmark og Eysturríki settu gomlu mørkini í gildið aftur, tá flóttafólkakreppan í Evropa tók dik á seg síðsta ár og eftirlitið við mørkini bleiv hert. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Tað er annars brot á Schengen avtaluni hjá ES, ið avtók eftirlitið og flyting millum lond, men átakið var framt sum ein neyðloysn.
Eftir avtaluni skuldu londini avtaka eftirlitið í november í ár, men nú siga myndugleikar í Eysturríki, at loyvið skal leingjast. Orsøkin til tess er, at støðan við flóttafólkum enn ikki er komin í rættlag.
Wolfgang Sobotka, innanríkismálaráðharri í Eysturríki, sigur, at bara í Grikkalandi eru enn 50.000 flóttafólk og enn fleiri í balkan londunum, so tað er einki, sum bendir á, at støðan er stabil. Eingin hevur enn funnið eina haldbara loysn og tí skulu mørkini ikki takast niður enn.
Umboð fyri ES kommissiónina hava sagt, at hóast stóra flytingin av flóttafólki er minkað, so verður tað allarhelst neyðugt at hava eftirlitið standandi í eina tíð afturat.