Fýra menn úr Kuwait, sum eru í amerikonsku fangaleguni í Guantanamo, eru farnir í hungursverkfall.
Verjarnir hjá teimum fýra fangunum siga, at menninir ætla sær at halda fram við hungursverkfallinum, til teir sleppa úr leguni. Teir krevja eisini at koma fyri rættin, so teir kunnu sleppa at verja seg. Sakførarar teirra siga við AP, at menninir eru sera illa fyri, og at amerikanararnir hava gjørt av at tvingsilsfóðra tveir teirra, tí annars er vandi fyri, at teir doyggja.
Tað eru ikki bara teir fýra kuwaitararnir, sum sýta fyri at eta. Uppruna fóru 131 fangar í hungursverkfall, men nú eru 36 eftir, sigur ein talsmaður hjá fangaleguni í Guantanamo, sum hýsir umleið 500 monnum, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.