Vilja ikki hækka lestrarstuðulin

Samgongan vil heldur hava fleiri útbúgvingar enn hælgri lestrarstuðul

Samgongan er ikki sinnað at hækka lestrarstuðulin. Ístaðin fyri vilja tey útvega fígging til fleiri útbúgvingar.

 

Tað er niðurstøðan nú Mentanarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka lestrarstuðulin 10 prosent.

 

Umboðini hjá samgonguni, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana, vísa á, at stuðulin til lesandi í Føroyum er hægri, ella í minsta lagi líka høgur sum stuðulin í hinum Norðurlondunum, uttan í Danmark.

 

Tey siga, at tað ger ikki stórvegis mun hjá lesandi at stuðulin hækkar 10 prosent.

 

Hinvegin ásanna tey, at tað er umráðandi, at so nógvar samfelagsviðkomandi bachelor- útbúgvingar eru sum gjørligt.

 

Hetta fer væntandi at tálma fráflytingini siga tey og sipa til, at eldri tey lesandi eru, áðrenn tey kanska fara av landinum í lestrarørindum, størri eru sannlíkindini fyri, at tey, sum frálíður, fara at festa røtur í Føroyum.

 

Tí halda tey, at samgongan skal leggja dent á at finna neyðuga peningin til at seta fleiri samfelagsviðkomandi útbúgvingar á stovn.

 

Minnilutin í nevndini, Gunvør Balle, Rigmor Dam og Poul Michelsen, halda, at tað er neyðugt, at lesandi hava góðar umstøður at lívbjarga sær undir lestrinum.

 

- Studningurin er sjálvandi eitt sum ávirkar avgerðina um, hvar ung fara at lesa og tí er tað av stórum týdningi, at vit royna eftir at koma á hædd við studningin í Danmark, hagar meginparturin av lesandi ungdóminum leitar sær.

 

- Serliga hava lesandi við børnum framíhjá góðar umstøður í Danmark, har tey fáa alskyns stuðul, eitt nú tvífaldan lestrarstuðul, stuðul til bústað, og barnakekk.

- Hetta er tað, sum vit eru upp ímóti sigur minnilutin sum heldur, at hetta skal takast í støsta álvara og tí er tað rætt at hækka lestrarstuðulin.