Vilja ikki hava arbeiði

Nógvar danskar kvinnur vilja heldur ganga heima fyri almennar pengar enn at fara til arbeiðis

Ein triðingur av teimum donsku kvinnunum, sum eru undir teirri sokallaðu kontanthjálparskipanini, vilja heldur liva av teirri almennu veitingini enn at fara til arbeiðis. Tær hava ikki trupulleikar av sinnistyngd, ringum ryggi ella øðrum, sum forðar teimum at arbeiða. Tær vilja stutt sagt ikki hava nakað arbeiði.

Tað er niðurstøðan, sum danska hagstovan er komin til eftir at hava spurt meiri enn 15.000 fólk. 33,9 prosent av kvinnunum siga, at tær vilja ikki arbeiða. Hjá monnunum eru tað 5,8 prosent, sum hava tað svarið.

Helvtin av teimum spurdu kvinnunum siga, at tær hava ikki søkt nakað arbeiði tann seinasta mánaðin, og tær ætla sær heldur ikki til arbeiðis innan fjúrtan dagar. Tað merkir, at tær eru ikki tøkar á arbeiðsmarknaðinum. Hjá monnunum er sjeyndi hvør ikki tøkur.
?Í danska arbeiðsgevarafelagnum lesa tey kanningarúrslitið sum eitt prógv um, at kvinnurnar fáa ov lítið burturúr við at arbeiða ístaðin fyri at ganga heima og ansa børnunum. ??-Kontanthjálpin er ov stór, tá kvinnur, sum kunnu arbeiða, ikki hava nakran áhuga fyri at fáa arbeiði, sigur Erik Simonsen, varastóri í arbeiðsgevarafelagnum, við Jyllands-Postin.