Vilja ikki oyðileggja fyri hvørjum øðrum

Nú verða aftur samráðingar um um lønina hjá almennum starvsfólki, men fakfeløgini vilja forða fyri at seta fót fyri hvønn annan

Nú verða aftur samráðingar ímillum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og fyri at tryggja sær at tey fáa sum mest burtur úr, ætla fleiri av fakfeløgunum at samstarva neyvt.
Seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava tikið seg saman í eitt samstarv, sum tey kalla Fakfelagssamstarvið.

 

Tey seks feløgini eru Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið og Akademikarafelagið.

 

Og nú verða samráðingar við øll feløgini uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag. Annars fara sáttmálarnir úr gildi um eina viku, tann 1. Oktober og vanliga plaga samráðingar fyrst at vera við Starvsmannafelagið. Tá verður verður støðið lagt og so koma hini feløgini aftan á, og hava í roynd og veru einki at velja í uttan at góðtaka somu lønarhækkingar sum Starvsmannafelagið.

 

Men nú verða so samráðingar við fimm feløg í senn. Vanliga hava samráðingarnar við Starvsmannafelagið verið fyrst, og síðani eru hini feløgini komin aftaná.

 

Men feløgini skulu kortini samráðast hvør sær og sostatt hava tey eisini fyrireikað hvør síni krøv.

 

– Av tí, at samráðingar eru við fleiri feløg í senn, hava feløgini í Fakfelagssamstarvinum avgjørt at kunna hvørt annað væl og virðiliga um gongdina í samráðingunum, sigur Fakfelagssamstarvið í eini fráboðan í dag.

 

– Feløgini í Fakfelagssamstarvinum standa saman og vit hava øll áhuga í at fáa so gott úrslit burturúr fyri okkara limir, leggja tey afturat.

 

Tey siga, at hóast krøvini kunnu vera ymisk, er tað týdningarmikið at feløgini vita av hvørjum øðrum og vita, hvussu leikur fer. Tí fara tey alla tíðina at kunna hvønn annan um gongdina í samráðingunum fyri at sleppa undan at seta fót fyri hvønn annan í samráðingunum, siga tey.

 

Á myndini eru oddafólkini í teimum seks feløgunum í Fakfelagssamstarvinum. Frá høgru eru tey Súni Selfoss, Starvsmannafelagið, Herálvur Jacobsen, Lærarafelagið, Vigdis Johannesen, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Óluva í Gong, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Jógvan Philbrow, Pedagogfelagið og Suni Joensen úr Akademikarafelag Føroya.