Vilja kunna ungar føroyingar um mørk

Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið "Vika sex 2019" til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum

Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið "Vika sex 2019" til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum. 


Evnið er “MERK MØRK”. Við tiltakinum “MERK MØRK” vilja fyriskipararnir varpa ljós á mørk, har víst verður á ymiskar støður, har farið verður út um mark. Endamálið er, at fáa tey ungu at hugsa um týdningin av mørkum og hugleiða um, hvørjar avleiðingar eru av at fara út um mark, hvussu vit merkja mørkini hjá okkum sjálvum og øðrum, og hvussu vit tryggja, at vit halda okkum innanfyri mørkini hjá hvørjum øðrum.

 

- Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk, siga fyriskipararnir.

 

Fyrirskipararnir eru Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá! Persson & Dahl framføra til tiltakið og høvi verður at fáa eitt prát við fyriskipararnar. Eisini ber til at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið “MERK MØRK”, kynslív og kropp yvirhøvur.