Tað var óvanliga skilaleys koyring, sum á hvítusunnu í fjør, elvdi til eina ferðsluvanlukku á Sandvíkahjalla, sum kravdi tvey mannalív.
Tað heldur Fútin í hvussu so er.
Ein kvinna er nú ákærd í málinum og tað eru rættiliga umfatandi ákærur.
Hon er bæði ákærd fyri óviljað manndráp, fyri serliga skilaleysa koyring, fyri rúsdrekkakoyring og fyri fleiri onnur lógarbrot, verður upplýst av fútaskrivstovuni.
Orsøkin til at hon er ákærd fyri skilaleysa koyring afturat ákæruni um óviljað manndráp, er, at hon hevur sett lív og heilsu hjá fleiri fólkum í álvarsligan vanda.
Málið var fyri í Rættinum í gjár, men verður tikið uppaftur seinni, tí tað eydnaðist ikki at gera tað liðugt.
Í rættarmálinum í gjár, kundi ákærda hvørki játta ella nokta seg seka, tí hon mintust onki til vanlukkuna ella tað, sum varð farið fram.
Men vitni hava greitt frá, at hon koyrdi munandi skjótari enn teir loyvdu 80 kilometrarnar um tíman.
Tey greiddu frá í rættinum, at á veg norðureftir úr Havnini, koyrdi koyrdi kvinnan slalom ímillum bilarnar og hon yvirhálaði fyrst ein bil høgrumegin, tvs í skeivari síðu og síðani yvirhálaði hon ein bil vinstrumegin.
Tá kemur hon yvir í vinstru síðu á vegnum og rennur við nógvari ferð á ein bil, sum kom suðureftir.
Onkur vitni, sum hon hevði yvirhálað søgdu, at hon koyrdi upp á ein máta, so at tey vóru fullgreið yvir, at hetta fór at enda galið.
Tvey fólk í bilinum, sum var á veg suðureftir, lótu lív á staðnum.
Ákærda fekk eisini stóran skaða og varð innløgd á sjúkrahúsi í fleiri mánaðir.
Eitt triðja fólk í bilinum, ein vaksin abba- og ommusonur varð eisini í rættinum og hann var hevði verið noyddur at skifta arbeiði, tí hann fekk mein av vanlukkuni.
Sálarliga hevði hann eisini fingið mein, tí hann var skjótur at fáa herðindi av illsinni og tað hevði hann ikki havt fyrr, men hann var eisini blivin sosialt avbyrgdur, tí hann maktaði ikki so væl at koma ímillum fólk og tí var hann blivin rættiliga einsamallur.