Nú verður gongd sett á at menna eina føroyska talgilda undirskrift. Tað boðaði landsstýrið frá á tíðindafundi í morgun.
Á tíðindafundinum varð upplýst, at landsstýrið hevur sett 10 milliónir av til at menna eina føroyska talgilda undirskrift í 2016. Arbeiðið verður mett at kosta 19 milliónir krónur, og verða tað peningastovnarnir, ið rinda hinar 9 milliónir krónurnar.
Nógv rok hevur annars verið um málið síðsta árið, aftaná at føroysku peningastovnarnir valdu at skifta gomlu innritingarskipanina í netbankanum út við NemID skipanina, ið verður brúkt í Danmark.
Avgerðin varð møtt við sjónligar misnøgd millum fleiri føroyinga, og í politisku skipanini var tað serliga Tjóðveldi, ið fanst at avgerðini hjá peningastovnunum, og mæltu heldur til eina føroyska loysn.
Peningastovnarnir vístu tó á, at føroyskir myndugleikarnir hava tosað um eina føroyska talgilda undirskrift síðani fyrst í nítiárunum, men at málið var ongin veg komin. Tí høvdu teir mist tolið, og valdu at brúka eina danska skipan. Eftir nógv trýst, varð ein loysn tó funnin, har kundar kundu framhaldandi brúka gomlu føroysku skipanina, heldur enn NemID skipanina.