Vilja menna farmaflutningin

At hava góðar flutningsmøguleikar hevur alstóran týdning fyri føroyska útflutningin. Hetta sanna skipafeløgini, sum røkja flutningin millum Føroyar og meginlandið. Eitt teirra er Smyril Bluewater. Hoyrið umboð fyri felagið á Vinnurásíni á Rás2 í dag klokkan 14. Vinnurásin hevur tosað við Kurt Skov, sum er stjóri í Bluewater, sum í mong ár hevur staðið fyri einum parti av flutninginum av farmi millum Føroyar og útlandið. Hetta er gjørt í samstarvi við Smyril Bluewater. Prátað veðrur eisini við nevndarformannin í Smyril Bluewater, Óla Hammer. Ì sendingini verður eisini tosað við stjóran í Magn, fyrr Shellm, Hendrik Egholm, sum hevur stórar ætlanir í framtíðini, eitt nú at gera felagið til eitt orkufelag eisini og ikki bara eitt oljufelag. Í sendingini verður eisini tosað við forkvinnuna í Framtak, Glorsiu Kallsø, sum heldur tað er ómetliga týdningarmikið at varðveita eitt sjóvegis samband millum Føroyar og umheimin eins og loftvegis sambandið. Hon heldur bjargingin av Norrønu varð tað einasta rætta at gera, og tað fer at tryggja, at Føroyar ikki gerast ein blindtarmur í Atlantshavi við sera negativa ávirkan á komandi ættarlið.

Í sendingini er eisini áhugaverd samrøða við ein av nevndarlimunum í Hotel Føroyar samtakinum, ið stendur fyri hotellbygging í Keypmannahavgn. Og so er Leo Poulsen eisinsi á vitjan í Lorvík, har eitt av stóru vikjunum í bygdini verður umrøtt