Fótbóltur
Avtalan inniber, at hvør landsliðsspælari fær 6.000 krónur fyri hvørt plássið, sum Føroyar eru niðanfyri 150 á FIFA-listanum við árslok í ár. Og tað gevur eina samlaða upphædd upp á 168.000 kr. fyri hvønn spælara - ella góðar 4,5 milliónir tilsamans fyri teir 27, sum hava verið á vøllinum í undankappingini.
Í fyrra lagi hevur FSF skotið upp, at bonus-upphæddin verður lækkað, soleiðis at hendan ikki verður meira enn 2,2 milliónir íalt.
Í øðrum lagi hevur ynski verið, at avtalan í størri mun varð býtt ímillum spælararnar. Sum er, gevur avtalan bert pening til teir, sum hava verið á vøllinum í undankappingini. Men tá er so eisini líkamikið, um hetta hevur verið í ein minutt ella allar 900 minuttirnar.
Jákup Mikkelsen, liðskipari á landsliðnum, er ein av teimum, sum var við til at forhandla avtaluna, og hann sigur, at fundurin fríggjakvøldið ikki broytti tað stóra.
- FSF setti sjálvandi sítt ynski fram, men vit tóku ikki undir við hesum. Og vit hava heldur ikki sett nakað mótuppskot fram, so í løtuni bíða vit bara.
Sum skilst, so eru spælararnir ikki serliga áhugaðir í at lækka samlaðu upphæddina, og Jákup Mikkelsen dugir illa at síggja, at býtislykilin millum einstøku spælararnar verður broyttur.
- Eg dugi væl at síggja, at avtalan kann tykjast órættvíst fyri summar. Men tað vil altíð vera trupult at bakka aftur, tá ein slík avtala er gjørd. Tí tað vil altíð verða onkur, sum tá stendur verri, sigur Jákup Mikkelsen.