Stutt undan, at føroyska ferðalagið lendi á Bermuda gjørdi in.fo sínar fyrstu kykmyndasamrøður. Tosað var m.a. við Petur Elias Petersen, ÌSF forseta, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, og mentamálaráðharran, Bjørn Kalsø. Teirra felags stevna er umframt at stuðla teimum føroysku ítróttarfólkunum, er at tosa fyri Føroyum, sum vertslandi til oyggjaleikirnar í 2019.
Tíð var eisini til at práta við onnur fjølmiðlafólk, og onkran, sum skal royna seg á leikunum ta komandi vikuna.
Kykmyndin sæst og hoyrist við at trýsta á hesa leinkjuna:
http://www.youtube.com/watch?v=HXtnrpGyrL8&feature=youtu.be