Útmelding
S&K hevur nú formliga meldað seg úr Føroya Arbeiðarafelag: Tað hendi á miðdegi í gjár, tá ið nevndin í S&K var inni á Føroya Arbeiðarafelag og handaði forkvinnuni har, Ingeborg Vinther, uppsøgnina.
Tað var herfyri, at ein greiður meiriluti á eykaaðalfundi í S&K, gjørdi av at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag.
Eftir reglunum er S&K sostatt leyst av Føroya Arbeiðarafelag tann 31. desember 2006, ella um eitt gott ár.
Men S&K vil helst sleppa úr Føroya Arbeiðarafelag beinanvegin og tí vil felagið hava Føroya Arbeiðarafelag at taka støðu til um ikki S&K kann verða leyst av Føroya Arbeiðarafelag longu 31. desember í ár.
Eftir lógini kann Føroya Arbeiðarafelag nevniliga eisini koyra eitt felag burturúr og tað er hendan lógargreinin, sum S&K nú vil hava Føroya Arbeiðarafelag at brúka.
S&K sigur, at Hetta er fyri at limirnir í S&K beinanvegin kunnu fáa ágóðan av veitingunum, sum avtala er gjørd við Føroya Lívstrygging um.
Misti størsta felagið
Tað eru 800 limir í S&K og sostatt hevur Føroya Arbeiðarafelag mist sítt størsta limafelag.
Men formaðurin í S&K, Pætur Niclasen leggur dent á, at talan er ikki um misnøgd við Føroya Arbeiðarafelag.
Vit meta bara, at vit kunnu fáa frægari sømdir uttanfyri Føroya Arbeiðarafelag. Men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu samstarva við Føroya Arbeiðarafelag, t.d. tá ið sáttmálasamráðingar eru.
Er støðan ikki tann, at tit meldaðu tykkum í Føroya Arbeiðarafelagi fyri at fáa nakrar sømdir, sum tit ikki høvdu fingið einsamøll og nú, tit hava fingið hesar sømdir, so melda tit tykkum bara úr aftur?
Nei tað er tað ikki. Vit mugu alla tíðina arbeiða út frá tí veruleika, sum er. Tá ið vit meldaðu okkum í Føroya Arbeiðarafelag í 1997, var tað tí, at felagið tá metti, at tað var tað rætta. Og tað seta vit ikki spurnartekin við. Men støðan broytist alla tíðina og tíðir skifta alla tíðina og nú heldur felagið, at tað er rættast at verða uttanfyri.
Tað kann væl verða, at støðan um 10 ár er ein heilt onnur, og so verður arbeitt útfrá tí, sigur Pætur Niclasen