Tjóðveldi og Framsókn hava lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um, at Føroyar frá nýggjárinum taka øll uttanríkismál - harundir verju- og trygdarmál - á føroyskar hendur.
Flokkarnir vísa í uppskotinum á týdningin av, at Føroyar kunnu umboða seg sjálvar beinleiðis í altjóða samfelagnum og at Føroyar kunnu samstarva beinleiðis við og gera avtalur við øll lond og altjóða felagsskapir.
Flokkarnir siga somuleiðis, at tey seinastu árini hava enn einaferð prógvað, hvussu neyðugt tað er at føroyingar sjálvir røkja síni áhugamál og sínar skyldur í heiminum:
· - Danmark tekur avgerð um tiltøk ímóti Russlandi – og Føroyar eru hvørki eftirspurdar ella hava ávirkan á viðurskifti, ið kundu havt ógvisligar avleiðingar fyri okkara vinnu, útflutning og búskap. Og eingin demokratisk viðgerð er av málinum í Føroyum.
· - Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær. Men Føroyar eru ikki eftirspurdar, og eingin demokratisk viðgerð er í Føroyum.
· - ES setir umfatandi handilstiltøk í verk ímóti Føroyum í sambandi við ósemju um býtið av norðhavssild, og Danmark, sum skal røkja uttanríkispolitikkin vegna Føroyar, tekur lut í tiltøkunum.
- Hetta eru bert feskastu og mest átrokandi dømi um, at Føroyar eiga at taka fult ræði á sínum egna uttanríkispolitikki og at umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samstarvi og felagsskapum, skriva teir báðir flokkarnir í viðmerkingunum til uppskotið.
- Kostnaðurin av hesi støðu, har vit ikki hava tikið okkum egið ræði á uttanríkismálum, hevur verið ovurstórur fyri føroysku tjóðina, skriva teir í viðmerkingunum til uppskotið.
Sum dømi um økið, har væntandi ræði og ábyrgd á uttanríkismálum hevur forðað føroyingum, nevna uppskotsstillararnir limaskap í WTO, limaskap í EFTA og EBS-samstarvinum, umboðan í IWC, limaskap í IOC og limaskap og luttøku í Eurovision.
Tjóðveldi og Framsókn vilja vera við, at sonevnda "uttanríkispolitiska heimildarlógin" ikki hevur nevnivert virði, tá farið verður í altjóða samráðingar. Sagt var, tá lógin varð samtykt, at nú kundu Føroyar sjálvt undirskriva fríhandilssáttmálar, gerast limur í EFTA og gerast fullgildugur limir í norðurlendska samstarvinum. Uppskotsstillararnir vísa á, at einki av hesum vísti seg at vera satt.
Undantak mátti gerast fyri at geva Føroyar loyvi at skriva undir fríhandilssáttmála við Ísland, uttanríkispolitiska heimildarlógin beinleiðis forðar fyri, at Føroyar gerast fullgildugur limur í norðurlendska samstarvinum, og Føroyar kunnu enn ikki gerast limur í hvørki EFTA ella EBS-samstarvinum.
Lógin skal setast í gildi 1. januar 2015, soleiðis at Føroya Landsstýrið fær høvi at boða frá og samráðast við danskar myndugleikar um formligu og praktisku viðurskiftini til tess at fremja lógina, skriva Tjóðveldi og Framsókn at enda.