Vilji og dugnaskapur til fjøltáttað vinnulív

UM nærum somu tíð sum partur av tinginum týsdagin viðgjørdi framtíðar vinnu okkara legði eitt av okkara fiskiskipum upp fyrstu lastina av villum laksi í skjótt 10 ár. Og um nakað sama mundið, legði eitt av okkara ?nýggju? frálandaskipum til bryggju í høvuðsstaðnum.Tað, sum tingmenn oo. tosa um og leggja alstóran dent á, eina meira fjøltáttaða vinnu, sum hevur meira enn eitt bein at standa á, tað vísa sjómenn okkara í verki í gerandisdegnum. Og hendingarnar, sum sipað verður til omanfyri, eru nettupp dømi um, at tað ikki haltar millum teori og praksis. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt frá búskaparfrøðingum, at størsti vansin við føroyska samfelagnum, er tann so einvísi vinnubygnaðurin, har nærum alt samfelagið stendur og fellur við støðuni í fiskivinnuni. Seinnu árini er tað gleðiliga tó hent, at vit á fiskivinnuøkinum hava fingið enn eitt bein at standa á, og tað er alivinnan. Eins og í fiskivinnuni hava føroyingar eisini í alivinnuni víst ikki sørt treiskni og dugnasemi, at hesar báðar vinnur í dag eru berandi súlurnar í búskapinum.

Men vit skulu kortini ikki gloyma tær kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og Viku týskvøldið eisini varð eitt so talandi dømi um. Hvør mundi havt torað fyri bert fáum árum síðani at gitt, at eitt føroyskt virki fór at framleiða ljós til alibrúk kring allan heimin! Slíkt fløvar og er eisini eitt tekin um, at vit duga bara vit vilja. Og at bæði dugnaskapur og vilji eru til steðar er eingin ivi um. Og her er Thor í Hósvík eitt talandi dømi. Nettupp hetta reiðaríið og fólkini, ið standa aftanfyri, eru dømi um, hvussu vit føroyingar eiga og kunnu fjøltátta vinnulívið og harvið skapa samfelagnum eina tryggjari grund at standa á. At brúka royndir okkara frá fiskivinnuni og ikki minst royndir og dugnasemi okkara sum sjófólk í eini frálandavinnu er rætta leiðin at ganga skulu vit byggja brúgv millum teori og praksis í framtíðar vinnu- og búskaparhøpi.


Initiativinum bagir einki, tá hugsað verður um, hvussu væl føroyingar gjøgnum tíðina hava dugað at umstilla seg frá eini vinnu til aðra. Nú er so bara at vóna, at okkara myndugleikar, sum eru teir, ið skulu skapa umstøður og karmar fyri vinnuna at virka undir, ikki fara í hina grøvina og bara standa hyggjandi at. Einhvør vinna hevur nevniliga brúk fyri góðum karmum at virka undir, og slíkir karmar eru eisini ein vælvirkandi samferðsla, sjúkrahúsverk, eitt nútímans skúla- og granskingarverk osfr. Tíanverri boða signalini úr Tinganesi frá teimum, sum hava sett seg á kassan, ikki frá góðum í so máta. At tosa um størri sjálvbjargni og entá fullveldi um somu tíð sum tú drenar so týðandi almennar tænastustovnar sum SL og LS fyri orku og lív, er tað sama sum at spenna bein fyri sær og sínum. Og at tosa um at fyribyrgja óhepnum avleiðingum av eini oljuvinnu uttan at vilja seta pengar av til eitt alment apparat er tað sama sum at góðtaka óhepnu avleiðingarnar.