Viljin var á muni

Við einans níggju monnum á vøllinum seinasta korterið eydnaðist einum væl stríðandi B36-liði at toga HB niður av fótbóltstindinum, samstundis sum teir úr árstalsfelagnum settu seg sjálvar á dagsskránna, tá tosast skal um møguligar FM-biðlar

Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá grannauppgerðin millum HB og B36 var á skránni sunnudagin. HB hevur alt kappingarárið borið heitið sum oddafiskur, men eftir tapið í Klaksvík fyri viku síðani vóru teir í álvarsligum vandi fyri at missa sessin. B36 hevur hinvegin havt eitt kappingarár, sum langt ífrá hevur verið eins gott og tað í fjør, og skuldu teir gera sær nakrar vónir um heiðursmerki, so var kravið heilt einfalt, at trý stig skuldu fáast til høldar.
Sum eyka trumf til uppgerðina frættist leygardagin, at HB hevði gjørt sáttmála við danska Nocko Jokovic, sum hevur nógv ár í donsku superliguni á baki. Tað hevur serliga verið í álopspartinum, at HB hevur haltað seinastu tíðina, og við tilgongdini av danska leigusveininum hevur HB helst vónað, at betra um hetta. Flestu viðhaldsfólkini mundu vóna, at hetta fór at vera júst tað, sum liðnum tørvaði til tess at vinna, men hinvegin bóru fleiri ótta fyri, at missurin av Rúna Nolsøe á miðvøllinum fór at verða stórur.
Hjá B36 var Fróði Clementsen leikbannaður, og tá Jens Kristian Hansen enn ikki er sloppin av við skaðan, sum hann hevur drigist við, noyddist Piotr Krakowski at leita sær hjálp frá Herbert í Lon Jacobsen, sum í løtuni er heima í summarfrí.

Tamur hálvleikur
Eini hálvt triðja túsund fólk mundu hava leitað sær til Gundadal í góðveðrinum sunnudagin, men fyrstu trý korterini mundi tað einamest vera sólina, sum hesi kundu njóta.
Nervin, sum vanliga er í slíkum uppgerðum, var sjálvandi til staðar, men tað var tó ógvuliga avmarkað, hvat liðini bæði skaptu á vøllinum. B36 var helst oman á stóran part av tíðini. Ikki minst á miðvøllinum høvdu teir í Klæmint Matras og Julian Johnsson eina nærkampsstyrki, sum HB hevði ilt við at taka dystin upp við, men stórt meira enn hetta var ikki á muni. Bæði liðini høvdu ein ógvuliga varisligan hugburð, har tað í nógvar mátar ráddi um at avmarka mistøkini, og tað er helst eisini sera sigandi, at mest sum allar vandastøðurnar í fyrra hálvleiki íkomu eftir deyðbóltsstøður.
Tað var eisini eftir júst eina slíka, at B36 fekk hol á, men HB verjan noyðist at átaka sær stóran part av skuldini fyri málið. Fyrst nølaðu teir somikið nógv í vandaleysari støðu, at Bárður Mortansson vann bóltin og hornaspark. Og tá Jákup á Borg so sendi inn fyri úr horninum, framdu teir eina deyðssynd. Egil Zachariasen hevur mangan prógvað, at hann er ein vandamikil harri við deyðbóltsstøður, men hesa ávaring tók HB ikki í álvara. Hornasparkið ferðaðist fram við alt og øllum til ein fullkomuliga leysan Egil, sum úr stuttari fjarstøðu hálvfluktaði bóltin í kassan.
Málið loysti kanska eitt sindur upp fyri dystinum, við tað at B36 eftir hetta tók seg eitt vet longur aftur á vøllin, soleiðis at HB hevði betri møguleika at fáa nøkur líkinda innlegg, meðan árstalsmenninir nú dúvaðu meira upp á mótálop, tá HB misti í uppspælinum. Tað var um reppið, at eitt slíkt kostaði HB enn eitt mál, men eftir at hava runnið hálvan vøllin og sneitt ein verjuleikara mátti Bárður Mortansson lata sær lynda, at navnin í mótstøðumálinum bjargaði meistarliga. Stutt eftir hetta vóru tó í tveimum førum boð eftir René Tórgarð í B36-málinum. Báðu ferðirnar var talan um deyðbóltar, men fyrru ferðina bjargaði René meistarliga, tá Rógvi slapp at royna seg úr stuttari fjarstøðu, og seinnu ferðina stútaði Hans á Lag upp um, tá ein óskipað B36-verja lat hann standa púrasta leysan við hornaspark.

B36 avgjørdi og misti
Í seinna hálvleiki var fyrstu løtuna líkt til, at forkrampaða spælið, sum hevði eyðkent dystin undan steðginum, skuldi halda fram. Møguliga darvaði hitin eisini leikarunum í at fáa hægri ferð á dystin, men undir øllum umstøðum var tað framhaldandi so, at liðini høvdu ilt við at leggja nakað veruligt trýst á mótpartin.
Um nakað, so fekk HB nú eina yvirvág, sum komst av, at B36 nú í enn størri mun dúvaði upp á snarálop, men brádliga stungu tvær hendingar seg upp, sum veruliga fingu lív í dystin.
Fyrst var tað B36, sum átti tørn. HB var í álopi, tá bólturin varð mistur, og so gekk tað skjótt fyri seg. Bólturin varð sendur til John Petersen, og av miðvøllinum streyk hann so avstað við tveimum reyð/svørtum eftir sær. Hetta nervaði tó á ongan hátt landsliðsmannin, sum fyrst sneiddi inn fyri verjuleikararnar, so hesir ikki fingu takla, og tá miðverjan hjá HB tóktist hugsa meira um avleveringsmøguleikarnar hjá John heldur enn um John sjálvan takkaði hann fyri. Av brotsteigarmarkinum smekkaði hann til, og bólturin smoygdi sær inn um nærmara stólpan uttan møguleika hjá Bárði Johannesen at verja fyri.
Var rætt atborið, so átti B36 við hesum helst at stongt dystin, men teir bóru seg alt annað enn rætt at, tí lítla løtu seinni hevði HB minkað um munin. Upphavið til alt hetta var, tá Arnbjørn Danielsen og Andrew av Fløtum enn einaferð vóru í hornatøkum, soleiðis sum teir so ofta vóru í dystinum. Meðan bíðað verður innleggi úr høgra borði hjá HB, endar tvídysturin teirra millum við at Arnbjørn hevnir seg beint framman fyri dómaranum, soleiðis at hesin lítið og einki hevði í at velja. Reytt kort til Arnbjørn og brotsspark til HB. Mótmælini frá teimum hvítu hjálptu lítið, og tá Andrew eftirfylgjandi júst fekk sent brotssparkið fram við B36-málverjanum, var dysturin aftur víðopin.

Meirilutin ræður - ikki
Ein skuldi í øllum førum hildið, at við einum manni í yvirtali kundi HB veruliga leggja trýst á B36, men so varð tó ikki. Gaman í royndu teir at trýsta, og teir høvdu eisini bóltin nógv, men tað var merkisvert, hvussu lítlan dent teir løgdu í at spæla tunt, soleiðis at sleppast kundi inn um mótstøðuverjuna. Mest sum konsekvent varð roynt at spæla beint upp á álopsmenninar, sum sostatt altíð komu at spæla við rygginum móti málinum, og tá er sjálvt hjá einum superliguspælara torført at gera nakrar skreytir. Heldur var tað so, at B36 mundi økt, tá teir í einum tveimum førum fangaðu vandamiklar returbóltar áraka HB-brotsteigin, men tað gjørdist ikki meira enn næstan.
Umframt at HB sum nevnt mest sum einki hugflog hevði í spælinum, so var tað eisini so, at hóast B36 vóru ein færri, so høvdu teir framvegis kropsliga munin. Teir vunnu framvegis flestu nærdystirnar, og sum minuttirnir gingu, tóktist eitt útjavnandi mál alt meira ósannlíkt.
Myndin helt sær, til tað restaðu níggju minuttir av vanligu leiktíðini. Julian Florescu hevði fram til tá spælt sín kanska besta dyst fyri B36. Hann var við í nógvum, vann hópin av bóltum og slapp sær mest sum hvørja ferð væl av leðurkúluna, men hugur hansara at stríðast gjørdist brádliga kostnaðarmikil. Stutt framman undan hevði hann fingið kort fyri at sparka bóltin burtur, og tá hann so framdi eina eftirtakling á Tór-Ingar Akselsen, var liðugt.
Tað eydnaðist tó framhaldandi B36 at halda fast. Heldur ikki við tveimum í meiraluta eydnaðist HB at seta trum á, og orsøkirnar vóru framhaldandi tær somu. Tað er sera torført hjá álopsmonnum at skora við rygginum móti málinum, og tí vóru royndirnar hjá HB í stóran mun avmarkaðar til skot úr 20 metra-leiðini. Heldur ikki í teimum átta (!) minuttunum, sum vórðu lagdir afturat tíðini, eydnaðist HB at skora, hóast B36 hesa tíðina stóð við mest sum øllum fólkinum í verjustøðu, og so kundu neglabitnu áskoðararnir hjá B36 endiliga fagnast.

Kollektivur sigur
Skal takast samanum, so ber illa til at siga annað enn, at talan var um ein undirhaldandi dyst sunnudagin. Eina mest orsakað av dramatikkinum við tveimum reyðum kortum og tí spenningi, sum alla tíðina var í, men leikliga mundi dysturin ikki teljast millum teir bestu her á landi, og ferðin kom ongan tíð á hædd við tað, sum roknast kann við av tveimum av fremstu føroysku liðunum.
Niðurstøðan er tó greið. Fyrst og fremst at í løtuni er ilt at síggja, hvussu HB í so nógv umfør hevur átt status sum fremsta liðið. Fyri aðru ferð í tríggjar dystir megnaðu teir ikki at gera sær dælt, tá mótstøðumenninir fingu mann riknan av vølli, og yvir høvur høvdu teir sera trupult við at spæla seg til nakrar veruligar málmøguleikar. Møguliga fara hesir at koma, tá Nocko Jokovic er betri innspældur á liðið, og møguliga var saknurin í Rúna á miðvøllinum ov stórur, men fyrst og fremst mugu teir reyð/svørtu hugsa um at fáa kollektivi at rigga betri, áðrenn hugsingur skal verða um at vinna oddasessin aftur.
Júst kollektivið var hinvegin trumfurin hjá B36. Hóast talan á nógvum plássum er um leikarar við stjørnustatus eftir føroyskum viðurskiftum, so sást hetta á ongan hátt í spæli teirra. Allir sum ein stríddust teir, sum skuldu teir prógva fyri venjaranum, at teir eisini skulu teljast millum teir fyrstu ellivu næstu ferð, og tað var fyrst og fremst hetta, sum gav sigurin. Gaman í telir liðið nakrar av frægastu føroysku fótbóltsleikarunum, men tað ger liðið hjá HB eisini. Munurin var bara, at meðan teir í HB mundu vita hetta við sær sjálvum, tá teir fóru á vøllin, so sýndu teir hjá B36, at teir vildu vera bestir hendan dagin.

Dysturin í tølum
HB-B36 1-2 (0-1)
0-1: Egil Zachariasen, 19
0-2: John Petersen, 53
1-2: Andrew av Fløtum (br.), 58
Dómari: Petur Skarðenni. Royndi frá byrjan at leggja eina harða linju og gjørdi eisini spælararnar varugar við hetta, og hetta viðførdi, at hóast talan var um heilt nógvar nærdystir, so gjørdust hesir sjáldan av tí ljóta slagnum. Til tíðir varð floytan kanska brúkt í meira lagi, men endamálið var fyrst og fremst at dempa spælinum, og hetta endamál varð eisini rokkið.