Viljormur: Eg vil fegin geva ungum spælarum góð ráð (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Viljorm Davidsen í Vilnius í Litava

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.

 

Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á ígjár var liðskiparin hjá Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini, Viljormur Davidsen.

 

Viljormur er fegin um, at hann hevur fingið álitið og æruna at vera liðskipari hjá Helsingborg, men ásannar samstundis, at gongdin í deildini kundi verið betri har teir stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

Men í vikuskiftinum var Viljormur partur av grannauppgerð hjá Helsingborg móti Malmö FF frammanfyri 18.000 áskoðarum á heimavølli, og var tað ein stór uppliving. 

 

Viljormur sigur, at hann er altíð til reiðar at geva ungum fótbóltsleikarum, ið ætla sær uttanlands at royna seg góð ráð um tær avbjóðingar, ið eru fyri framman. 

 

Um gongdina í Nations League sigur Viljormur, at tað er av stórum týdningi at halda plássið í Deild C, og tað kann tryggjast við javnleiki ella sigri móti Litava hóskvøldið. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

 

 

 

 

Samrøða úr Litava við Viljorm Davidsen

Samrøða úr Litava við Viljorm Davidsen