Viljormur og Vejle halda uppflytingarkósina

Vejle var aftanfyri 2-3 í steðginum, men megnaði kortini at vinna 5-3. Heini Vatnsdal og Fremad Amager fingu eitt stig móti Skive

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið.

Ígjár kom Heini Vatnsdal á vøllin fyri Fremad Amager tá seinni hálvleikur í heimadystinum á leikvøllinum í Sundby móti Skive skuldi byrja. Tað endaði við málleysum javnleiki. 

Í dag vunnu Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle ein rimmar 5-3 heimasigur á Hvidovre aftaná at hava verið aftanfyri 2-3 í steðginum. Viljormur var við frá dystarbyrjan. 

Vejle – Hvidovre 5-3 (2-3)
12. 1-0 Wahid Faghir
20. 1-1 Arlind Ajeti (selvmål)
21. 2-1 Arbnor Mucolli
30. 2-2 Nicklas Bjerre Schmidt
45. 2-3 Lirim Qamili
49. 3-3 Kjartan Finnbogason
66. 4-3 Kjartan Finnbogason
81. 5-3 Leonel Montano

Sigurin merkir, at Vejle framvegis er væl og virðiliga á uppflytingarkós. Vejle er greitt á odda í næstbestu fótbóltsdeildini við 54 stigum. Níggju stig eru niður til Fredericia og tíggju stig eru niður til Viborg, ið hava ávikavist 45 og 44 stig. Tað er bara nummar eitt í deildini sum flytur beinleiðis upp í Superliguna.

Átta umfør eru eftir at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

Fremad Amager er nummar sjey við 32 stigum. Seks stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, har Hvidovre liggur við 26 stigum. Tí var tað eisini heppið fyri Heina Vatnsdal og Fremad Amager, at Viljormur og liðfelagarnir í Vejle vunnu á Hvidovre í dag. 

Komandi mikukvøld klokkan 17 spælir Vejle á útivølli móti Næstved, ið liggur næstaftast í deildini.

Hósdagin klokkan 17 spælir Fremad Amager á útivølli móti Hvidovre. Vinnur Fremad Amager dystin hava Heini og liðfelagarnir níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna, og tí er talan um ein sera týðandi dyst fyri Fremad Amager.