Viljormur og Vejle vunnu

Landsliðsspælarin á vøllinum allan dystin

Viljormur Davidsen og Vejle BK vunnu í gjár 2-0 á Nykøbing FC. Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin á vinstra bakki.

 

Tað er avbera tætt í næstbestu deildini í Danmark, tí við sigrinum fór Vejle frá 11. plássi til 5. pláss. Viljormur Davidsen er varaliðskipari og fastur maður á liðnum hjá Vejle, sum hevur fingið stóra tilgongd undan hesum kappingarárinum, tá Vejle bleiv keypt.

 

Hini føroyingarnir í 1.deild í Danmark spæla sunnudagin. Vendsyssel og René Shaki Joensen spæla á útivølli móti AB, meðan Fremad Amager við Bárði J. Hansen og Heina Vatnsdal eru á vitjan í Næstved.