Viljormur: - Vit vóru óhepnir

Eftir 0-2-tapið fyri Serbia í kvøld var liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum, Viljormur Davidsen, ikki heilt nøgdur við avrikið.

 

- Nei, eg eri sjálvandi ikki nøgdur. Tað er 1-0 í hálvleikinum og teir eru ein maður í undirtali. Vit vænta sjálvandi, at vit kunnu koma út aftur til seinna hálvleik at skapa málmøguleikar og fáa stig burturúr. Vit høvdu eitt skot á yvirliggjaran, og hevði tann bólturin farið inn, so hevði tað verið ein heilt annar dystur, sigur Viljormur Davidsen og peikar á okkurt, sum ikki var nóg gott hjá føroyska liðnum.

 

- Vit høvdu ov nógvar feilir í uppspælinum, og tá ið ein møtir somikið góðari mótstøðu sum í dag, so verður ein revsaður. Vit eru Føroyar og eru ikki vanir við at hava bóltin so nógv, men hetta var heilt greitt læruríkt hjá okkum, sigur hann.

 

Eftir fyrsta málið hjá Serbia vóru bæði leikarar og viðhaldsfólk misnøgd um, at hjálpardómarin ikki veitraði fyri rangstøðu.

 

- Eg helt sjálvur, at hann var rangstaddur. Soleiðis sá tað út í mínum eygum, sigur Viljormur um støðuna.

 

Um hepnið hevði verið við føroyska liðnum, høvdu tit so fingið í minsta lagi eitt stig?

- Ja, heilt avgjørt!