Villblómudagur verður sunnudagin

Aftur í ár verður skipað fyri villblómudegi í Føroyum. Fjórða árið á rað verður tiltakið skipað sum eitt felags norðurlendskt tiltak. Fyrireikararnir tað fyrsta árið vóru plantufrøðifeløgini í Danmark, Noregi og Svøríki. Annað árið komu Finnland, Grønland og Føroyar við, og í fjør kom Ísland eisini við. Plantufrøðifeløg og aðrir plantufrøðistovnar hava staðið fyri at fyrireika. Í Føroyum hevur tað verið Plantudeildin á Føroya Náttúrugripasavni, sum hevur staðið fyri tiltakinum, og fer hon eisini at gera tað í ár.
Stigtakari til felags norðurlendska tiltakið er Danmark, har tey hava skipað fyri villblómudegi í 17 ár á rað.
Tiltakið hevur verið heilt væl vitjað av fólki í øllum aldri. Tríggir túrar vóru í Føroyum fyrsta árið, og annað árið vóru sjey. Í miðal vóru 20 fólk á hvørjum túri. Samanborið við luttakaratølini í hinum londunum hevur undirtøkan verið rímiliga góð.
Í ár verður skipað fyri fleiri túrum kring landið sunnudagin 19. juni. Tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á fólki, ið kunnu vera leiðarar á einum túri í Sandoynni, einum í Eysturoynni og einum í Norðuroyggjum, tveimum í Streymoynni og einum í Suðuroy. Sostatt verður aftur skipað fyri 6 túrum í ár. Hesir verða:
Kl. 10.00
Suðuroy, møtið við skúlan í Trongisvági, leiðari: Niels Jacobsen (tlf: 372082)
Streymoy, møtið við tyrlupallin úti við Strond í Tórshavn, leiðari: Anna Maria Fosaa (tlf: 212306)
Streymoy, møtið við parkeringsplássið hjá Eikini við Sandá í Tórshavn, leiðari: Magnus Gaard (tlf: 520419)
Sandoy, møtið í Trøðum, leiðari: Sigga Rasmussen, (tlf: 215929)
Kl. 14.00
Eysturoy, møtið við fótbóltsvøllin á Eiði, leiðarar: Guðrun og Jens Petur Gaard (225587)
Norðuroyggjar, møtið úti í Grøv, leiðari: Kári Purkhús, (tlf: 757840)
Tilmelding er ikki neyðug.
Fólk hava sum heild verið sera væl nøgd við túrarnar, og veðrið hevur hilnast væl. Í miðal hava vit sæð eini fimmti ymiskar plantur í teir tveir tímarnar, ið túrurin vardi.
Um tit hava hug at koma við, so haldið tykkum ikki aftur. Túrurin gevur góðar møguleikar at fáa meira at vita um villan plantuvøkstur í Føroyum, og eingin forkunnleiki til plantur krevst.
Ein túrur út í náttúruna verður meiri áhugaverdur, jú meira ein veit um tað, ið ein sær. Veitst tú, hvussu planturnar eita, eitt sindur um teirra búøki, útbreiðslu, tíðleika, lívfrøði, hvat tær hava verið nýttar til, og um tær kanska verða nýttar enn, jú meira fært tú burtur úr einum túri í náttúrini. Alt hetta fært tú meira at vita um á villblómudegnum.
Skráin liggur eisini á heimasíðuni hjá Føroya
Náttúrugripasavni:
www.ngs.fo