Fríggjakvøldið 15. november kl. 20:00 bjóðar Frum til útgávukonsert í Perluni, í sambandi við komandi útgávuna Íða – hennara fyrstu útgávu á føroyskum.
Á Íða hevur Frum fingið við sær eina imponerandi røð av føroyskum listafólkum, sum hvør í sínum lagi gevur plátuni serliga dýpd og litføri. Hesi eru: Beinir Bergson, Lea Kampmann, gówa, Marius Ziska, Dania O. Tausen, Marianna Winter, Elinborg og Anna Katrin Egilstrøð.
Á konsertini fer Frum at framføra nýggju løgini saman við nøkrum av gestasangarunum, sum hava luttikið á útgávuni.











