Í várveðrinum ídag byrjar áriliga renni- og gongutiltakið VILT de Suðuroy.
Einir 100 rennarar og gongufólk fara komandi tríggjar dagarnar at síggjast á vegnunum í Suðuroynni, har hesi leggja leiðina úr Sandvík suður til Sumbiar.
Umframt at uppliva vøkru náttúruna, føroyska veðrið, samanhaldið og ikki
minst rørðsluna, so er eisini annað á skránni hesar dagarnar. Millum annað
kann nevnast aftankvirran í Vágs kirkju íkvøld kl. 21.30, har Martin
Joensen fer at luttaka við sangi og tónleiki. Hendan aftankvirran, ið
kirkjuráðið í Vági skipar fyri, hevur eisini undanfarin ár ligið saman
vikuskiftið, sum VILT de Suðuroy, og hevur kirkjan so gott sum verið
fullsett hvørjaferð.
Leygardagurin, tá ið runnið verður úr Trongisvági og til Hovs, og seinni úr
Hovi til Vágs, hevur eisini annað at bjóða uppá. M.a. hevur Stóra Pakkhús í
Vági fótbólt, tá semi-finalan í FA-Cup er á skránni millum Liverpool og
Everton.
VILT-húsið hevur eisini opið frá 13-15, har øll renni og rørsluáhugaði
kunnu koma á gátt.
Seinasti teinurin er sunnudagin, tá ið runnið verður úr Vági til Sumbiar.
Seinasta ár valdu fleiri at fara niðan á Hestin á veg suðuryvir, og hóast
mjørka, komu øll væl á mál og endaði VILT de Suðuroy sjálva renningina við
at fáa suppu frá Sumbingum í samkomuhúsinum í Sumba. Undanfarin hava fólk
úr øllum landinum tikið lut í Vilt de Suðuroy.
Fyrireikarnir heita á Suðuroyingar at koma við, annaðhvørt til gongu ella
sum rennarar, og gera teir hetta við at møta upp, har renningarnar byrja.
Eisini verður heitt á bilførararnar um at taka hædd fyri, at fólk kunnu
verða framvið vegnunum, í tunnlum og so framvegis.