25 ára langa søgan hjá Frændum er bæði hendingarík og spennandi, og í sendingini Hvonn Live á Rás2 farna leygarkvøldið prátaðu høvuðsmenninir í Frændum um gamlar og komandi dagar.
Lurtarar sendu eisini spurningar til Frændum, og teir svaraðu nøkrum av hesum í sendingini.
Stundi vóru ikki at svara øllum spurningum, og her svara Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe tí nøkrum av spurningunum, teir ikki fingu høvi at svara í sjálvari sendingini.
Nýggir sangir á veg
Nær kann man vænta nyggju fløguna?
Steintór: Til heystar, eftir at fjallið er gingið, og krovinum komin upp at hanga. Altso við øðrum orðum seinast í oktober.
Hvønn sang eru tit mest glaðir fyri?
Steintór: Sangir eru sum við egnum avkomi ella børnum. Ongin er eins, og tú vilt ivaleyst elskar teir fyri sín ymiskleika. Kortini vil eg nevna Lívsmynd, Føroyar og Eros sum tríggir varðar á Frændur leiðini. Sangir sum Hvítar Flykrur, Mítt land og Zelot standa eisini klárir í huganum.
Rani: Mær dámar persónliga best Í tínum tonkum.
Eyðun: Rósa er ein góð samanrenning millum orð, lag og arrangement, haldi eg.
Hvør tónleikabólkur hevdur havt størst ávirkan a Frændur av fyrstantíð?
Steintór: Bjørn Afzelius var kveikjarin mikli ta fyrstu tíðina. Men góðu gomlu Beatles hava ivaleyst eisini givið mangan neista.
Hvaðani hava tit fingið íblástur til tykkara yrkingar og løg?
Rani: Millum mangt annað frá føroyska fullveldisstríðnum, føroysku náttúruni, føroyska fólkinum, kærleikanum, friðarrørsluni og The Beatles.
Tilfarið á skuggasíðuni
Tit hava havt nógv hitt, men tað eru eisini sangir, sum eru minni spældir. Hvat dáma tykkum hesar sangir?
Steintór: Tað eru fleiri sangir, sum eru sjáldan at hoyra millum fólk. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta, eitt nú hvussu innspælingin eydnaðist. Eg kann t.d. nevna Nýggjur Vetur og Protest, sum eftir mínum tykki hava størri potentialið, enn hvat undirtøkan bleiv í útvarpi og í felagssangi.
Rani: Persónliga dámar mær væl okkara samlaða tilfar, so tilfarið á 'skuggasíðuni' er faktisk ikki soo galið.
Hvør halda tit er tann ókendasti - minst spældi - sangurin hjá Frændum?
Rani: Kærleiki av útgávuni Saman við tær
Steintór: Eg visjón ella Elskar tú eisini meg
Gott vinarliga og kreativitetur
Hvør er størsta styrkin hjá Frændum?
Steintór: Størsta styrkin er helst, at vit hava hildið væl saman og hava verið góðir vinir øll hesi árini. Tað er ofta tað, sum slítur flestu tónleikabólkarnar upp. Vit hava eisini givið pláss fyri hvørjum øðrum, fyri familju, arbeiði og soloprojektum. Tað er helst ein størri spurningur, hvat okkara listarliga styrki hevur verið.
Rani: Eg haldi, at tekstirnir hjá Steintór og løgini hjá Eyðun hava verið okkara størsta styrki. Teir hava fylgt meginpartin av tí, sum vit hava gjørt. Teir hava gjørt slagarar upp á strípu, og tað hevur givið Frændur sína slitstyrki.
Eyðun: Eg haldi, at rockballadurnar hjá Rana eru okkara styrki haha. Sangirnir, sum vit hava skrivað, og tann kreativa orka, sum hevur verið millum okkum, er styrkin hjá okkum. Tað finnast betri sangarar, tónleikarar og arrangørar enn vit, men vit hava skapt hesar sangirnar í felag, og tað er størsta styrkin.
Neyvan 25 ár afturat
Hava tit frammanundan vitað, hvørji hittini hjá tykkum hava verið?
Ja, fyrstu skeringarnar á øllum fløgunum hava verið sokallað hitt. At tað so onkuntíð hevur verið trokað um A-síðurnar er so ein onnur og rættuliga góð søga.
Eyðun: Man kann hava nakrar tankar um tað og gita, men tað kann man ongantíð ordiliga vita.
Er tað nakar sangur, sum tit eru vónbrotin av ikki hevur verið meira spældur ella gjørdist eitt størri hitt?
Rani: Nei, als ikki. Vit eru glaðir fyri, at so nógvir av okkara sangum eru spældir og sungnir so nógv.
Í 90’unum vóru tit fremsti live-bólkur her á landi. Hvussu var tann tíðin?
Eyðun: Tað var ein spennandi og avbjóðandi tíð. Men eg vil siga, at mest spennandi tíðin er sjálvsagt her og nú.
Hví er so lang tíð liðin síðani seinastu útgávuna hjá tykkum?
Rani: Vit hava helst havt aðrar prioriteringar í lívinum.
Ætla tit at spæla i 25 afturat?
Rani: Mín persónliga meining: Nei