Umhvørvisstovan hevur tann 7. oktober 2011 umhvørvisgóðkent vindmylluna hjá Sp/F Nólsoyar Orkufelag. Og hin 11. oktober 2011 varð umhvørvisárinsmetingin fyri vindmylluna góðkend. Hesum boðar Umhvørvisstovan umvegis heimasíðu sína.
Vindmyllan í Nólsoy verður sett upp uppi á Brekkum, einar 300 metrar norðan fyri bygdina. Teir ampar, sum kunnu væntast at vera frá vindmylluni umframt tað, at hon er sjónlig í umhvørvinum - eru óljóð, skuggakast og endurskin.
Umhvørvisstovan hevur sett treyt um, at virksemið í minst møguligan mun elvir til ampa av endurskini og skuggakasti, og um ampar verða, mugu neyðug tiltøk setast í verk fyri at basa hesum ampum.
Nakað av óljóði kemur frá vindmylluni tá hon er virkin, og økist óljóðið við vindferðini. Markvirðið verða sett fyri, hvussu nógv óljóð kann koma frá vindmylluni við bústaðir og stovnar í og uttanfyri bústaðarøki við 6 m/s og 8 m/s.
Umhvørvisárinsmeting
Fyri at fáa loyvi til elframleiðslu sambært elveitingarlógini, skal umhvørvisárinsmeting verða gjørd av verkætlanini, og metingin góðkennast, upplýsir Umhvørvisstovan.
- Nólsoyar orkufelag hevur latið gera umhvørvisárinsmeting, har mett verður um ta ávirkan, sum verkætlanin kann væntast at hava á náttúru, umhvørvi og onnur viðurskifti. Endamálið við metingini er at tryggja, at ávirkanin er væl lýst, so sleppast skal undan óvæntaðum avleiðingum av vindmylluni.
Umhvørvisstovan hevur viðgjørt og góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá Sp/F Nólsoyar orkufelag.
Sambært umhvørvisárinsmetingini verða markvirðini, sum eru sett í umhvørvisgóðkenningini, yvirhildin við hesi vindmylluni, skrivar Umhvørvisstovan.
Hetta er fyrsta umhvørvisárinsmetingin fyri vindmyllur, sum Umhvørvisstovan hevur góðkent.
Mynd: Tilgjørd mynd frá Umhvørvisstovuni