Camilla Stockman/Maise Njor, Michael Laudrups tænder en korrespondence,
Gyldendal 2005
Camilla Stockman og Maise Njor eru báðar journalistar. Camilla er redaktørur á I byen á Politiken, og Maise arbeiðir sum journalistur á kvinnublaðnum, Eurowoman.
Tær høvdu ongantíð hitst og kendust so at siga ikki, men fyrst í 2003 byrjaðu tær báðar at skriva teldupostar til hvørja aðra. Og hetta samskiftið vardi eitt heilt ár, áðrenn tær gjørdu av at møtast fyri fyrstu ferð. Teldusamskiftið teirra millum varð fyrr í ár útgivið sum bók við heitinum Michael Laudrups tænder en korrespondence.
Bókin er eisini bygd sum eitt langt teldupostsamskifti, og hetta ger, at hon er løtt at lesa og ikki nýtist at verða býtt upp í kapitlar.
Hygg, hvussu kendar vit eru!
Sjálvt um hugskotið handan bókina kann tykjast fínt, so er tað eitthvørt keðiligt yvir henni. Hon fellur á ein hátt í chick-lit sjangruna, men so allíkavæl ikki. Men tey berandi evnini í bókini eru mannfólk, kærleiki, børn og arbeiði/karriera. Eitt slag av Bridget Jones, Sushi for begyndere og Shopaholic í teldupostformi.
Tá bókin byrjar, er Camilla júst flutt saman við sjeikinum hjá sær, Janus, meðan Maise hálvgum er á veg á føðideildina at føða triðja barnið hjá sær og manninum.
Bókin er erlig, og fyri tað ikki skal verða heilt lygn, so er tað eisini tað einasta góða við henni.
Meðan lisið verður, fær man eina fatan av, at bara tí hesar báðar kvinnurnar eru semi-kendar, so halda tær seg kunna skriva eina bók. Og royndin virkar uppaftur meira hálvhjartað, tí ígjøgnum teldupostarnar, Maise sendir til Camilla, fær lesarin at vita, at hon í roynd og veru er í ferð við at skriva eina veruliga skaldsøgu. Tí kann Michael Laudrups Tænder næstan virka sum ein mangul-uppá-betri bók, tí eftir øllum at døma gongur tað ikki sooo væl at skriva hina bókina.
Hetta við at vera hálv-kendis í Danmark skínur ofta ígjøgnum í bókini, har man bara fær varhuga av, at talan er um eina rúgvu av name-dropping og hygg-hvussu-kend-eg-eri-tí-eg-kenni-Thøger-Seidenfaden (blaðstjórin á Politiken) ella onkran annan kendan, ella tí onnur av teimum hevur verið VIP gestur ella backstage til eina konsert.
Stuttligt íkast
Av tí at bókin fær undirheitið en korrespondence eitt samskifti -, kann tað til tíðir saktans rættvísgera tann óseriøsa tónan. Ikki tí. Tað verður ongantíð lagt upp til, at hetta skal verða ein álvarsom bók. Tær ætla neyvan at vinna bókavirðislønina De gyldne lauerbær við bókini, og tað gera tær neyvan. Men bara hasi bæði lítlu orðini, eitt samskifti ger, at tað er verri at taka bókina fyri tað, sum hon í veruleikanum helst er ætlað at verða tikin fyri: eitt stuttligt og livandi íkast í danska bókmentaheimin. At sleppa at hyggja og fylgja eitt lítið sindur við í tí, sum gongur fyri seg í heilanum og heiminum hjá Maise og Camilla. So leingi talan ikki er fiktión, kann hetta bert verða áhugavert fyri lesaran, um hann veruliga er áhugaður í tí, sum teir báðir journalistarnir hugsa, halda og gera. Annars verður bókin so at siga bara til eitt marrulangt og innihaldsleyst samskifti.
Tvær lættisoppastjørnur
Sjálvt um bókin ikki er nakað slóðbrótandi meistaraverk, skal ongin ivi vera um, at hon eisini er stuttlig í støðum! Hon er stuttlig, tí hesar báðar kvinnurnar eru erligar og siga sína meining uttan at vera bangnar fyri at stoyta nakran. Og tað er jú altíð gott, tí tá fyrivarni skal takast fyri Per og Pól, kann tað skjótt gerast ópersónligt og keðiligt. Her skal tó eisini verða sagt, at hevur tú lisið 50 síður av bókini, so missir tú ikki nógv við ikki at lesa restina. Tí hon heldur fram í sama tónalagi.
Um bókin skal lýsast við einum orði, so er helst onki meira passandi enn bert at siga: Vinkonuslatur. Tí tað er tað jú, um ein hugsar um tað. Í botn og grund bara vinkonuslatur. Her kann so eisini leggjast afturat, at um vit høvdu eina stjørnuskipan her á Bókasíðuni, so hevði Michael Laudrups tænder fingið tvær útav fimm stjørnum frá ummælaranum.
Men also, ein góð bók til kvinnuna, ið vil hava eitt sindur av lættisoppalesnaði blandað við speisemi, sjálvironi og didduprát.